18.10.17

Fyrstu ísraelsku filmsdagar í Føroyum


Á myndini síggjast frá vinstru Philip Blüdnikow, Maja Tjørnelund Sørensen og Eyal Lampert, sum øll arbeiða á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Nú bjóða tey á fyrsta sinni føroyingum at síggja nýggjan ísraelskan film í Havnar Bio.

Eyal Lampert, sum fyrr hevur arbeitt á ísraelsku sendistovuni í Gana, er virkandi sendiharri í Keypmannahavn, til Benjamin Dagan tekur við sum nýggjur sendiharri. Eyal verður í Føroyum, tá Ísraelsku Filmsdagarir verða hildnir í døgunum 13.-15. november.

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fer at seta Ísraelsku Filmsdagarnar mánakvøldið 13. november kl 20 í Havnar Bio. Byrjanarfilmur er nýggi ísraelski filmurin "A Quiet Heart". Dagin eftir, týsdagin 14. november kl 20, er høvuðsfilmurin, “The Cakemaker”, á skránni. Hetta er fyrsti spælifilmur hjá samkynda ísraelska leikstjóranum Ofir Raul Graizer. Triði ísraelski filmurin, ið verður vístur mikudagin 15 november kl 20, er "Bethlehem", sum Yuval Adler leikstjórnaði og hevur vunnið hópin av virðislønum fyri.

Hóast avmarkað í stødd, er Ísrael á øllum økjum eitt virkið filmsland. Sum virkandi ísraelskur sendiharri í Keypmannahavn, vil Eyal Lampert knýta sambond millum tey, sum gera film í hansara heimlandi og spírandi filmsumhvørvið í Føroyum. Hann vísur á, at umframt at víðagitna sjónvarpsrøðin “Homeland” upprunaliga er úr Ísrael, so eru flestu ummælarar beint nú samdir um, at ísraelski filmurin “Foxtrot” fer at verða millum teir, sum verða í uppskoti at vinna Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur. Og hvør veit, um ikki “Foxtrot” verður tøkur at vísa á Ísraelsku Filmsdøgunum í Føroyum næsta ár, sigur Eyal, ið vónar at nýggja afturvendandi filmsátakið fer at hepnast væl.

Allir filmarnir hava fingið fleiri virðislønir í ymsum londum. Ísraelska sendistovan hevur tikið stig til at filmarnir verða tøkir at vísa í Føroyum.

Maigun Solmunde samskipar Føroyaferðina hjá virkandi ísraelska sendiharranum í Keypmannahavn, Eyal Lampert, 13.-15. november í ár. Sendiharrin fer at hitta borgarstjóran í Havn, forkvinnuna í Mentanarnevnd Føroya løgtings, vitja á Glasir og hitta formannin í føroyska-ísraelska vinafelagnum, sum er vertur fyri fyrstu sýningini, har høvið er at smakka ísraelskt vín.

Umframt Maigun luttók Birgir Kruse frá Filmsfelagnum á fundinum við ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn í dag.