Skip to main content

Hvør er Peter Madsen?

Úr filminum Amateurs in Space (Max Kestner 2016)

Eftir óhugnaligu søguna um hina dripnu og sundurlimaðu Kim Wall umborð á heimagjørda kavbatinum Nautilus hjá Peter Madsen, eru nógvar gitingar um mannliga høvuðspersónin í søguni, ið er sum ein ræðusøga av teim mest forbodnu. Munurin er bara, at hetta er ikki spælifilmur, men veruleiki, ið stig fyri stig kemur undan kavi, og sum løgreglan nú roynir at seta saman, so greiða kann fáast á, hvat er hent.

Vísandi til heimildarfilmin um Peter Madsen, Amateurs in Space, sum Max Kestner gjørdi í fjør, og DR sendi í mai í ár, hevur danska filmstíðarritið Ekko í hesum døgum eina grein um høvuðspersónin í krimigátuni. Tíðarritið nevnir sálarfrøðiliga hugtakið ”kværulantforrykthed”, ið er ótálmað vreiði hjá einum, sum altíð vil hava rætt, tí hann er so ”rethaverisk”, tað er ein, ið er so pásettligur, at hann treiskliga blívur við at halda uppá sítt.

Amateurs in Space hjá virðislønta Max Kestner, var í uppskoti at fáa bæði Bodil og Robert virðislønirnar sum besti heimildarfilmur í ár.

Søgan um uppfinnaran og ævintýraran upptekur og hugbindur fólk um allan heim. Spurningurin er, um markleysi veruleikin, sum Peter Madsen við góðum og pengasterkum stuðlum hevur livað í, nakrantíð fer at verða sannførandi á filmi. Livst, so spyrst.

Úr filminum Amateurs in Space (Max Kestner 2016)