9.10.17

Simmer Dim á opnum havi


Matstovuleiðarin, Martin Dufke, bjóðar langtíðarstokt lambstjógv á Simmer Dim umborð á Norrönu. Matstovuheitið er úr Hetlandi, men sæst eisini sum summardimmi í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum, har sagt verður á enskum at føroyska fyribrigdið er "midnight in the summer, the darkest part of the night in the summer".


- Hetta er okkara eyðkennisrættur, og afturvið er ein norðurlendsk grillsós og lætt kornotto, siga Martin og kokkurin, meðan vit stillisliga pløga Atlantshav og fáa Pól F undir kjølin. Við bláa havinum sum føstum baksýni, hefti eg meg straks við reyða og grøna litin á meistarliga borðiskinum hjá Janusi Einar Sørensen, sum er kokkur.


Umframt vælsmakkandi lambskjøtið og lætta tilhoyrið, minna markantu litirnir hjá kokkinum meg á, at vit eru umborð. Reytt fyri bakborð og grønt fyri stýriborð. Uttanfyri er bláa havið og í gløsini skeinkir Annika Patti avstralskt hvítvín frá Astrolabe við heystsmakki av hylliblómu.


Men fimmrættaða marglætismáltíðin byrjaði langt áðrenn eyðkennisrættin, sum hevur týska heitið "Geschmorte Lammhaxe mit Nordische Grillensoße & Getreide-Otto". Umborð eru nógv týsk ferðafólk, sum fyrst og fremst ferðast til Íslands í stórum bólkum við egnum bussum. Tey eru fryntlig og hugna sær við krimisøgum sum Mord im Barentssee í heitu pottunum á ovasta dekki, har útsýnið er frítt yvir alt Norðuratlantshav. Í havsbrúnni hómast ein boripallur.


Í tollfría handlinum er gamla Norröna ikki at kenna aftur. Fyrst fyri er ein fløga við Ólavi, sum syngur í Naustinum, har gamla dansigólvið er burtur og alt er lagt við teppi, sum vóru vit á hotelli í landi. Her eru føroyskar merkivørur sum Guðrun & Guðrun og Soulmade, ið gera seg galdandi á altjóða marknaðinum. Uttan nakað hóvasták er Norröna lyft fram í nútíðina, har kundin er í fokus.


Hetta við at hava kundan í fokus og altíð verða til tænastu, kemur mær alla tíðina til hugs umborð á Norrönu. Júst tað var ikki gamalt hjá víkingaføroyinginum, tá eg var ungur. Tá kundu útlendingar vera tænarar og kokkar. Ikki vit, vit føroyingar, sum ikki vildu vera ein krúpandi ímynd av undirbrotligheit. Nei, illanstíð. Men tíðirnar eru broyttar, og vit hava lært tænastufakið á øllum økjum, og enntá vunnið altjóða virðislønir á hægsta gastronomiska støði. Umborð á Norrönu, sum er eitt flótand hotell, skulu fryntlig føroysk tænastufólk, sum øll eru ung, vøkur og dugnalig, ganga fleiri hundrað ferðafólkum til handa, oftast á týskum. Og tað gongur merkiliga væl. Ein, sum eg rósi fyri góða týska málið, sigur, at í skúlanum dumpaði hon í týskum, men seinni hevur hon tikið alt inn aftur. Hon er ein meistari í tænastutýskum, ikki bara í kurteisisfrasum, men eisini í longri samrøðum, har okkurt praktiskt, sum beint nú hevur stungið seg upp, skal ordnast. Og so eri eg aftur við byrjanina av drúgva borðhaldinum á matstovuni Summer Dim, sum leggur seg eftir tí nýskapandi norðurlendska. Hetta var fyrsta tænastumyndin av kurteisliga Martin Dufke. - Sjampus, I presume?


So gongur tað slag í slag. Fyrst er tað Múlaskinkan hjá Jóhan Mortensen og Arla úr Norðurjútlandi, altsamalt við einum greiðum føroyskum ráka.


Síðan er gastronomiska fínkanin, sum orðabókin sigur um raffinement, uttan mark. Tað er tá Janus Einar Sørensen kemur við øðrum undanrætti á snerktum rugbreyði, sum fremst fyri er mergjandi igulker. Knasandi gott og meistarlig tilgjørt í klárum litum.


So rullar kokkurin seg út, og er ordiliga á heimavølli. Smílandi greiðir hann frá um rullupylsu og mjølbollar í feskari suppu, akkurát sum hjá ommu. Men hygga nú, hvussu meistarliga interaktivt hann borðreiðir. Kryddurtirnar, ið eru markantar sum wasabi, skulu vit sjálvi leggja í suppuna, og afturvið bíta í rullupylsuna, sum er løgd á runt rygbreyð.

Eftir henda vælsmakkandi og søguliga rætt, beint úr søgusigandi ættini hjá kokkinum, sigla vit longur fram á leið, og fáa nú havtasku á borðið. Afturvið er purra og eitt vet av sós, sum Janus varisliga stroyir á borðiskin, smílandi og við eini góðari, persónligari søgu.


So eru tey øll trý aftur, Annika, Martin og Janus Einar, við kaffi og omaná, sum er drúgt og gott, meðan hotellskipið Norröna stillisliga stevnir inn í norðuratlantisku náttina og summardimmið legst á. Fyrst er portugisiskt portvín av twanyslagnum á borðinum.


Omaná omaná er kaffi, enn ein frískligur borðiskur, sum leiðir til eitt matchandi glas við gin og tonic við súrepli í.


So er liðugt, og tømdir eru steypar allir. Tómt er í norðuratlantisku matstovuni Simmer Dim umborð á Norröna, og nú er besta at siga manga takk og leggja seg.


Morgunin eftir er vindur um øll dekk uttanfyri Hirtshals.


Men innanfyri molan er stilli, har vit skulu leggja at við konteynarabryggjuna hjá Fjord Line á vinstra armi. Aftanfyri sæst ein dokk, sum er nakað minni enn hin ætlaða á Skála. Flatt er á Flatlondum.

So tysja fólk oman á bildekkið, kanska nakað tíðliga, tí her er trongt, og bara pláss fyri bilum. Eftir skotran og snaran í eina góða løtu, er greitt at koyra í land, og donsku vegirnir í Norður-ES opna seg fyri føroyingum og øðrum ferðafólki av Norrönu, nú heystfrítíðin stendur fyri durum. Síggjast um tvær vikur. Bye bye!