31.10.17

Sterka kvinnan í Gongini


Tá ein hyggur gjøgnum gyltu avrikina í matstovuyrkinum síðan aldarskiftið, er torført at fáa eygað á kvinnur, sum gamlar bøkur altíð hava bundið at matgerð og køksarbeiði, eftir at menninir hava flett. Henda søguliga ímynd verður gjørd til skamma, tá vit mitt í Gongini, Heima í Havn, hitta Ingun Schiller til eitt prát. Hon er útbúgvin tænari og lærari, og her í Gongini síggjast hennara avrik best.

- Yrkisleiðin innan matstovuyrkið byrjaði á Maxim úti á Argjum í 1989-92, eitt fantastiskt tíðarskeið, ein nýggj, spennandi tíð innan føroysku matstovuvinnuna, sigur Ingun, sum varð við at byrja Nólsoyarstovu, og arbeiddi á Hotel Føroyum og umborð á Norrønu.

Veturin 1993-94 var Ingun í sveisisku alpunum í reto-romanska landslutinum, Graubunden, har tey tosa romanskt. - Eg fór faktiskt niður til Sveis at læra týskt, sigur Ingun, ið síðan hevur arbeitt freelance sum flogterna frá 1996 til 2000, meðan hon gekk á læraraskúla, og til hon fekk børnini Anna í 2001 og Jónas í 2003.

- Eg havi havt ein brennandi hug at fara undir egið virksemi, og kannaði ymiskt, m.a. McDonalds í 1999, og slapp upp í ovastu sovjettina á fund, men teir trúðu ikki uppá meg, sigur Ingun og yppir øksl í virðislønta Barbara Fish House.


- Í 2003 endaði eg í Loyvisnevndini sum umboð fyri vinnuna, og har fekk eg innlit í fleiri matstovur og roknskapir, og hetta virkaði ikki so avskrekkandi. Eg droymdi framhaldandi um at gera café, ella vera partur av eini café, og tá var líka við, at okkurt spurdist burturúr í Jinx. Men tá næstan alt var komið á mál, fingu vit hugskotið til hetta konseptið, og vildu heldur brúka peningin til okkara heilt egna virksemi, sigur Ingun Schiller.

- So sigur onkur við meg: "Ingun, skalt tú gera okkurt, skalt tú gera tað sjálv". Nú manglaði eg bara kokkin, og tá Eirikur helt, tað var ikki ómøguligt at finna ein kokk, og so byrjaði verkætlanin. Vit stovnaðu smápartafelagið Barbaru í 2005. Mítt barnaheim, sum varð leigað út, var koyrt í partafelagið, so felagaði hevði inntøkur. Alt hetta hevur borið til, tí vit hava gjørt alt sjálvi, og við vælvild frá banka hava vit bert goldið rentur. Samfelagið var eisini gjøgnum eina fíggjarkreppu hesi árini, sum seinkaði ætlanini. Harafturat letur Áarstova upp, sum bygdi á nakað sama konsept sum hjá okkum, men skjótt sóu vit fyrimunir við hesum, sum faktiskt gjørdist ein synergi effekt, heldur enn at taka mótið frá okkum, sigur Ingun.


- Vit hugsaðu at gera eina hugnaliga matstovu, Barbaru, við góðum og einføldum kjøti og fiskarættum fyri ein góðan prís. Nýggjastova varð ætlað til útleigan til ferðfólk, ella til smá selskap. Konseptið her inni í Barbara var at "spise eller bo i Barbara's hjem" ella "at eta í gomlum stovum". Síðani keyptu vit Dandastovu, tá vit fingu høvið. Her hugsaðu vit um eina café, einaferð í framtíðini. Vit ætlaðu at gera eitt rakstarfelag saman við einum kokki, so hann hevði ábyrgd av køkinum og eg av matstovuni. Vit vóru tá í sambandi við fleiri kokkar og persónar, men ongin vísti nóg góðan áhuga fyri projektinum. So vit fóru uttanlands at leita eftir kokki, ella finna ein ungan kokk, sum var eitt frískt sprell.

- Í 2013 stovnaðu vit sjálvi rakstarfelagið Gongin, sum skuldi reka virksemið, og sum skuldi finna onkran at reka køkin. Nú merkja vit nógv størri áhuga, og tá størsti matstovuaktørurin sær sama potentiali sum vit, halda vit, at tað er júst henda loysnin, ið okkara verkætlanin hevur brúk fyri. Fjúrtan dagar seinni varð sáttmáli gjørdur, og vit hava havt eitt gott samstarv, ið vit hava verið sera glað fyri. Í dag er fantastiskt at síggja virksemið í Gongini. Bilar koma við vøru, kokkar og tænarar renna millum húsini, eg elski hendan stemningin. Og so hava tey gjørt eitt so fantastiskt arbeiðið við at vinna virðislønir - sera, sera flott, sigur Ingun inni í Barbara Fish House, og leggur afturat:

- Vit sóu møguleikan við ferðavinnuni, tí frá apríl til september vóru ferðafólkabólkar javnan uttanfyri, og hetta var áðrenn ferðavinnan vaks. Vit hava notið tað, at hava livað í meldrinum av ferðafólkum, Norrønu, nógvari ferðslu og øðrum virksemi í Gongini. Tað eri eg í dag serstakliga fegin um, at vit gjørdu, sigur Ingun Schiller at enda í Barbara Fish House heima í Havn.