Skip to main content

Føroysk-russisk fotoduell


- Tað er ikki ofta, at fotografar verða avmyndaðir, sigur Areg Manvelyan úr Russlandi í dag. Hann sendir mær mótmyndina, ið hann tók á G! Festivalinum við sama høvi í fjør.


Saman við trimum øðrum var Areg í Føroyum í tríggjar vikur í fjør. Tey gjørdu filmsupptøkur til opna netstaðin farland.me. Visit Faroe Islands og Tutl stuðlaðu russisku ferðini og frálíku upptøkunum, tey gjørdu her í fjør summar. Tað var virksemið hjá sendiharranum í Moskva, Bjørn Kunoy, og konsertirnar hjá plátufelagnum Tutl, sum skaptu áhugan hjá teimum fýra úr Russlandi, at koma higar at filma og fotografera. Her eru tey á bønum í Tórsbyrgi og filma Jenný Kragsteen og Hergeir Stakksberg, ið tilsamans eru FRUM.


So eru vit aftur á G!Festivali í Gøtu, har Areg hevur fangað meg og Unn, beint sum eg avtali við Eivør, Jenný og tær at taka eina portrettmynd her og nú. Fyrst Aregsa mynd og so mín.


Í Valhøll hitti er tær fryntligu flogternurnar hjá Atlantsflogi, Barbara Lamhauge, Angeli Gudjonsson og Shaila Dam Jacobsen. Russiski Areg er aftur í hølunum og fær tvær svart-hvítar myndir av okkum øllum í kassan. Jólaliga litmyndin við v-teknum, sum sipar til eina upptøku, vit gjørdu í Listaskálanum, er mín.


At enda hevur Areg fangað meg á Gøtusandi, tá Teitur og strúkarar spæla alla útgávuna Poetry and Aeroplanes. So er fotoduellin millum Russland og Føroyar av á hesum sinni. Takk fyri góðan dyst, Areg!