Skip to main content

Nýggjur Varði komin út


Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Tað er Dorit Hansen, ið er ritstjóri. Saman við Føroyaprenti hevur hon lyft 96 ára gamla mentanarritið fram í nútíðina, fyrst og fremst í uppseting og útsjónd. Síðan Brá og Bragi hildu uppat, eru Varðin, og síðan 2006 eisini Vencil, einastu bókmentanarligu tíðarrit á føroyskum. Gamla Varðan sigur týska Wikipedia soleiðis um: "die älteste und wichtigste Literatur- und Kulturzeitschrift der Färöer."

Millum greinarnar í nýggja Varðanum eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen við sjáldsama góðum myndum, sum Benjamin Rasmussen tók, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir Hanus Kamban.

Tvær heiðursgreinar um skrivandi menn úr Havn eru eisini við. Tær eru um Tórodd Poulsen, sum 15. oktober fylti 60, og um Carl Jóhan Jensen, sum 2. desember eisini fer at fylla 60 ár.

“Framtíðin er kvennkyn” er heitið á myndaúrvali, sum toymið handan Damudomi hevur sett saman. Toymið er kvinnað av Sunnevu Háberg Eysturstein, Christu Reynheim, Turið Nolsoe og Solveig Hanusardóttir. Ein brellbiti er eisini úr feministiskari ritroynd eftir franska heimspekingin, Hélène Cixous, sum Turið Nolsoe hevur týtt. Seinni kemur ritroyndin út í bók.

Skaldskapur er eisini í hesum Varðanum. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur tvær yrkingar, Øssur Johannesen hevur týtt fimm yrkingar eftir Gustaf Munch-Petersen, og Henný Rógvadóttir og Beinir Bergson hava hvør sína yrking. Her eru stuttsøgur eftir Helenu Joensen, sum vann aðru virðisløn í stuttsøgukapping hjá Glasi fyrr í ár, og Nanný Jacksdóttir Toftegaard, Sørine Stenholt og Debora Hansen Kleist.

Harumframt eru níggju ummæli. Zakarias Wang, formaður í Varðanum, ummælir orðabók, Agnar Jógvansson ummælir stuttsøgusavn, Vár í Ólavstovu ummælir yrkingasavn, Sámal Soll ummælir film, Sólfinn Hansen ummælir skaldsøgu, Tórður Jóansson ummælir yrkisbók og Øssur Johannesen ummælir fløgur.

Permumyndin á nýggja Varðanum er skurðmynd úr nýggjum málningini hjá Anker Mortensen.