Skip to main content

Sangur um Ova á bestu fløguni


Undir árliga jólaborðahaldinum hjá countryklubbanum Sp/f Kúfóður er fastur táttur at Petur Rouch velur fimm tær bestu tónleikaútgávurnar í ár. Besta av teim fimm í ár er Folk Hotel hjá ferðandi amerikanska sang- og søguskrivaranum Tom Russell. Petur gavst í summar við vælumtóktu røðini Rót og Rútma, men áhugin at lurta eftir tónleiki er ikki burtur.


Á fløguni Folk Hotel yrkir og syngur Tom Russell um Hank Williams, Dylan Thomas og støð sum El Paso og Belfast. Men mest sermerkti sangur á okkara leiðum er skering tólv.


Yrkjarin er á fimm stjórnaðum hotelli í Keypmannahavn, tá hann varnast ein at síggja til heimleysan, sum bíleggur tríggjar magnum fløskur av sjampanju og eitt kartong av sigarettum. Meðan yrkjaraegið bíðar eftir leigubilinum, spyr hann reseptionistin, hvør hin heimleysi var. Jú, hatta var Ove Joensen, sum hevur róð úr Føroyum til Keypmannahavnar, og nú skal ballast fyri milliónina, ið hann vann. Í heimbýnum tjúgu ár seinni møtir Tom Russell eini sangarinnu úr Føroyum og spyr, um føroysku hetjuna, ið róði túsund míl í kajakk. Jú, heima í Føroyum datt hann fullur úr bátinum og druknaði í dýrdarveðri eitt kvøldi, hann róði heim. Sangurin er at hoyra til høgru á blogginum, har hann liggur undir nálini hesa vikuna.


Heitið Folk Hotel fevnir um sangir, ið knýtir fólk, ið koma og fara, sum á eini tokstøð. Í somáta hevur íslendski Tómas Guðmundsson gjørt klassikaran á okkara leiðum, Hótel Jörð. Ein annar sangur, sum Tom Russell helst hevur havt í huga, er hann hjá Peter La Farge um pima indiánaran Ira Hayes, sum eigur ovastu hondina á amerikansku flaggstongini á japansku oynni Iwo Jima. Hann varð brúktur í amerikanskari tjóðarbygging, at fáa vanliga borgaran at keypa krígsbrøv, war bonds, at halda krígnum gangandi. Sjálvur druknaði Ira Hayes í einum lítlum løki á heimrustini. Sosial indignatión er drívmegin í bestu countrysangum til vanliga fólkið á Folk Hotel.


Árligu spurnarkappingina vann Heri Dam við 47 røttum av 50 møguligum spurningum um countrytónleik.