6.11.17

Sjarmørurin er besti norðurlendski filmur


Meðan finski filmurin Little Wing (Selma Vilhunen) vann stóru norðurlendsku virðislønina í Helsinki, varð danski filmurin Charmøren, sum er um ein iranskan flótta í Danmark, kosin hin besti á 59. norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, har føroyskur filmur eisini varð umboðaður. Omanfyri er danski leikstjórin, Milad Alami, avmyndaður á tokstøðini, eftir at hann leygarkvøldið fekk NDR Filmpreis fyri fyrsta filmin í spælifilmslongd. Ardlan Esmaili spældi iranski flóttin.


Hin stóri vinnarin á filmstevnuni í Lübeck var norska Iram Haq, sum vann tvær virðislønir fyri Hva vil folk si? Onnur var áskoðaravirðisløn frá avísini Lübecker Nachrichten. Iram Haq fekk eisini virðisløn í Lübeck fyri fyrra filmin Jeg er din (2013), sum Norðurlandahúsið vísti tað árið. Her er norski leikstjórin, sum eins og kvinnuligi høvuðsleikarin í virðislønta filminum er av pakistanskari ætt, avmyndað í samrøðu við sjónvarpið hjá NDR í gongini í sjónleikahúsinum í Lübeck, har virðislønarhandanin fór fram.


Upplatingarfilmurin var hin svenski ungdómsfilmurin Dröm vidare, sum Rojda Sekersöz, ið sæst til høgru, leikstjórnaði, meðan Evin Ahmad, ið sæst til vinstru, hevði høvuðsleiklutin í. Ein frálíkur filmur um kriminalitet og samanhald millum gentur. Evin Ahmad spælir eisini Hamlet og er beint nú aktuell við bókini En dag ska jag bygga ett slott av pengar.


Bløðini í gamla Hansabýnum vóru á einum máli um, at tiltakið og serliga virðislønirnar á norðurlendsku filmsstevnuni vóru ein sigur fyri flóttafólkaspurningin, sum er eitt eymt mál í Týsklandi í hesum tíðum.


Men tað vóru ikki bara norðurlendskir leikstjórar við knýti til fremmand lond, sum fyltu týsku bløðini. Eisini okkara egni Sakaris Stórá var at síggja í bløðunum. Sjálvan virðislønardagin, leygardagin, var hann hann hin einasti, ið varð umrøddur í egnari grein.

Longu fyrsta stevnudagin varð útselt í Cinestar til sýningina hjá Sakaris og Ingun, sum júst vóru komin úr Róm við filminum Dreymar við havið.



Sjálvur slapp eg at sita við síðuna av leikstjóranum, tá fyrstu filmsýningar vóru á festivalinum. Ingun tók festligu myndirnar.

Reportarin hjá filmstevnuni vildi hava Sakaris at siga "til lukku við teim seksti" á føroyskum og enskum, tí næsta ár er rundur føðingardagur í Lübeck. Vónandi verður minst ein føroyskur filmur, kanska fleiri, á skránni tá. Í Lübeck eru mest dedikeraðu áskoðarar eg nakrantíð havi upplivað. Uttan hóvasták eru hetta dyrnar til týska marknaðin. 


Eftir høvussýningina vóru Q&A, questions and answers, sum ein væl uppløgd og informerað Susanne Klische skipaði fyri á enskum, har Sakaris briljeraði og fekk allan biografsalin at halda ondini, so undirhaldandi var hann. Sakaris upplýsti við sama høvið, at hann var farin undir næsta spælifilmin, sum revolves around a fish factory, sum hann segði. Ingun í Skrivarastovu sæst til høgru og til vinstru sæst kendi framleiðarin Katja Adomeit, sum er fødd í Lübeck, men arbeiðir í Keypmannahavn.


Eftir týsku frumsýningina er siður, at leikstjórin skrivar á høvuðsplakatina, sum er við inngongdina í biografinum.


Nú vóru allir framleiðraranir møttir, eisini Jón Hammer, sum starvast hjá Zentropa. Við konu og dóttur vóru tey komin í bili til Lübeck. Frá vinstru eru tey Katja Adomeit, Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu og Jón Hammer. Á niðaru myndini sæst, at tey hava longu havt arbeiðsfund.


Uttanfyri mótmæla trý fólk at ein føroyskur filmur verður vístur, tí har drepa tey grind. Eingin gevur teimum gætur. Ein myndamaður spyr um eg veit, hvat hetta er. Jú, hatta er úr mínum heimbýi, sigi eg, og vit tosa um at slakta bløðandi dýr undir opnum himni. Ja, men pent er tað ikki, sigur fotografurin. Eg kann bara yppa øksl.


So vórðu stundir at vísa filmin fyri skúlanæmingum, sum flestu vóru í aldrinum 15 til 17 ár. Fyriskipari og leiðari í víðfevndu skránni, sum hevði heitið Kinder & Junge Programme, er hvørt ár hin fryntliga Franziska Kremser-Klinkertz. Hon duldi ikki fyri, at hetta var hennara yndisfilmur, hóast hon ikki gjørdi av, hvussu virðislønir vórðu skiftar út á ymsu filmarnar. Hon nevndi týðuliga samstarvið millum leikstjóra og fotograf, og so kvinnuligu høvuðsleikararnar, ósminkað, rátt og ótilgjørt, men tó róligt sum havið. - Og so er tað ein rár hending, ógvuliga rár, at ein nýggjur filmur í spælifilmslongd kemur úr Føroyum, segði hon og vónaði, at spírandi filmsumhvørvið fóra at spretta og senda teimum í Lübeck nógvar filmar framyvir.


Uttanfyri fekk eg høvið at avmynda Sakaris og Ingun framman fyri skúlabiografinum Filmhaus.


Millum mongu gestirnar var íslendski leikstjórin Hafsteinn Gunnar Sigurdsson, sum sýndi Undir trénu og lýsti grannalagsfilmin sum ein krígsfilm. - Øll kríggj byrja við grannaklandri, sum í hesum dømi, har grannar fara at klandrast og tað endar heilt galið. Ein gerndislig men svørt grannalagssøga, sum lýsur hvussu øll kríggj byrja. Og so hevur Huldar Breiðfjørð skrivað søguna. Hann var í Føroyum og skrivaði søgur fyri útvið tíggju árum síðan og sæst á niðaru myndini, sum eg tók á sama stað í 2014.


Eftir sýningarnar eru hópin av tiltøkum í býnum, har fleiri kirkjur eru við. Her er tað tónaskaldið hjá Sakaris, Povl Kristian, sum saman við øðrum skipar fyri konsert í stóru Sct Petri kirkjuni, har havið brýtur gjøgnum bæði rúm og altar afturvið livandi ambient tónleiki. Hugtakand!


Og so er nátt og fullmáni og allar orsøkir at vara seg fyri mannvargum. Ikki minst tí, at mín avgjørdi yndisfilmur í ár var svenski Korparna, sum var fyltur av ófrættakendum merkjum, omen, um ein fallandi garð hjá einum óðum bónda á bygd í Svøríki í sjeytiárunum, har illa gongst at fáa sonin at taka við. Hann er mítt fremsta viðmæli í ár.


So er morgun aftur og stundir at síggja býin í morgunljósi. Her er tað eyðkenda borgargrindin, Holsteintor, sum stavar frá 1464.


Byggilistin og søgan, serliga markið millum gamalt og nýtt, bombað og óbombað, er spennandi at síggja í Lübeck.


Arbeitt verður av einslistum at varðveita vøkru fasadurnar við ánna Trave. Her eru átta arbeiðsmenn á rað.


Men eisini á gonguteigunum eru húsasøgur at síggja. Søgur, sum lokal fólk eru fegin um, tí nógv vilja gloyma fortíðina, nú trýst er á samfelagsskipanina, siga tey. Politikarar fáa góða undirtøku, tá teir peika á flóttar og geva teimum skuldina fyri at stjala arbeiði, fyri yvirgang og fyri miðvíst at avkristna landið og oyðileggja øll hevdvunnin heimlandsvirði. Tað er sum Facebook í Føroyum. Tá er gott at hava minnissteinar, sum hesar, siga tey, eg práti við.


Jólini er byrjað í marsipanhúsinum hjá Niederegger mitt í býnum yvir av ráðhústorginum.


Vit takka Florian Volmers og Linde Frölich fyri gott úrval av filmum og eina framúr tænastu altíð at hava Føroyar og føroyskan film í huga, eisini tá hin 60. filmsstevnan verður hildin næsta ár. Fyrsti útlendski gestur í Geytadómsnevndini hjá Norðurlandahúsinum var júst Linde í 2012. Og longu í 1980'unum hevði gamla Filmsfelagið, sum tá var, eitt tætt samstarv við filmstevnuna í Lübeck.


So eru stundir at venda heim eftir eina innihaldsríka feriuviku í Lübeck. Umframt at síggja nógvan nýggjan norðurlendskan film, er tað spennandi at raka eitt mark fyri, hvussu nógvan film tú nært at síggja eftir einum degi. Kanska fimm, innan tú kemur í eitt film-mode, har tú gongur inn og út av filmum, sum yvirskipað er ein stórfilmur við frábrigdum. Fimm um dagin, tað er gott, tá tú ert í feriu, filmsferiu. Takk til Norðurlandahúsið fyri høvið og møguleikan. Men sjálv ferðingin er eisini ein uppliving Her eru tað Ingun og sveisiska Rachel Kunstman, sum er á Interrailferð og vil hoyra um film og Føroyar. Hon er 19 og hevur verið á bóndagarði í Finnlandi, tí hon fer at lesa umhvørvisverkfrøði í Zurich næsta ár.


Í taksabilinum til Føroyaflogfarið á flogvøllinum í Kastrup lurtar sjaførurin eftir eini tíðindasending og spælir síðan eksotiskan tónleik, sum hann týðuliga elskar. Eg spyrji hvaðani tónleikurin er. - Úr mínum heimlandi, Pakistan, sigur sjarmørsjaførurin. Heima er samdrigið.