16.11.17

The Master of Discomfort


Her er ein perma á blaðnum hjá svenska filmstovninum, Swedish Film, sum javnan kemur út og sigur frá um nýggjan svenskan film.

Júst henda perma fær meg at nikka, tá eg lesi undirheitið á greinini um leikstjóran Ruben Östlund (f. 1974) the master of discomfort. Östlund vann fyrstu virðisløn í Cannes í ár, Palme d'Or, fyri The Square, sum er ein provokerandi og ágangandi uppliving av, hvat list er og kanska ikki er. Summir ummælarar vilja vera við, at hetta er mest kjakskapandi filmur í ár.

Høvið verður eisini at fylgja við í kjakinum, tí júst The Square er seinasti filmur í Filmsfelagnum fyri jól. Hann verður vístur í Havnar Bio mikudagin 29. november kl 20.


Sama ágangandi discomfort stíl brúkti Ruben Östlund í filminum Force Majeur (2014), sum Filmsfelagið eisini vísti tá hann var nýggjur. Tann filmurin var um eina svenska familju, sum fór í Alpurnar at standa á skí. Tá eitt skalvalop tykist gera enda á teimum uppi á háfjallshotellinum, rýmur maðurin og letur øll verða eftir. Skalvalopið steðgar beint framman fyri familjuni og hotellgestunum, og so kann nøtrisøgan byrja. Av sonnum ein meistari í discomfort, óhugna og andstygd, sum býtur fast, men samstundis er undirhaldandi sum ein klassiskur Hitchcock filmur.

Sami varhugi av óhugna sæst skilliga aftur í nýggja filminum hjá javnaldrandi norska leikstjóranum Joachim Trier (f. 1974). Hann fekk í fjør filmsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri altjóða filmin Louder than bombs (2015), sum Filmsfelagið vísti í fjør við áhugaverdari innleiðing hjá Jan Berg Jørgensen.


Í nýggja filminum Thelma (2017) síggja vit 23 ára gomlu norsku Eili Harboe í kvinnuliga høvuðsleiklutinum í eini óhugnaligari ræðusøgu av sci fi-slagnum, sum blinkstrar so harðliga, at fólk við epilepsi verða ávarað tá filmurin byrjar. Frásøguligu viðtøkurnar fáa eisini svartar ormar at koma úr munninum, tá Thelma hugsar ljótar tankar í restriktivu nútíðarfamiljuni, har pápin er lækni, og eins og konan brúkar kristnitrúgv sum kúgandi maktamboð. Ikki verður tað minni óhugnaligt, men eisini visuelt spennandi, tá unga Thelma uppdagar at hon er lesbisk. Norðurlandahúsið fer at vísa skakandi óbehagiliga meistarfilmin Thelma í februar.