3.12.17

Carl Jóhan við nýggjari skaldsøgu


Í gjár fylti skaldið Carl Jóhan Jensen 60 ár, og í dag, fyrsta sunnudag í advent, legði forlagið Sprotin fram nýggju skaldsøguna hjá Carl Jóhan, SÆR ein fuglabók av gloymsku, sum telur 385 blaðsíður.


Betri enn hesa SÆR føroyski bókmentaheimurin ikki í ár, lovar skaldið á heimasíðuni hjá Sprotanum, sum dugir so framúr væl at skipa fyri bókaframløgum undir heitnum Orð og tónar í Reinsarínum í mentanargøtuni í miðbýnum í Havn.


- Eitt eykanummar við hugstimbrandi røðum, tónleiki og løgi. Vit bjóða í føðingardag og til framløgudag í einum sveipi, segði Sjúrður juul Ravnsfjall.


Høvið er, at Carl Johan Jensen, sum í mong Harrans ár á sín spaklynda hátt hevur sett dám á føroyska mentanarlívið, fyllir 60 ár og gevur nýggja skaldsøgu út í sama viðfangi, segði Sprotin i innbjóðingini og legði afturt, at nú eru tólv ár eru liðin, síðan nógv umrødda bókin Ó- søgur um djevulsskap kom út. Frægasta verk, ið skrivað var síðan William Heinesen legði pennin frá sær, ja í fjøruti ár, segði skaldið tá.


Gjørdi eftir boðunum hjá Sprotanum, spákaði mær oman á Reinsaríið, fekk myndir og gløgg afturvið heiðursrøðum frá Jonhardi Mikkelsen, forlagsstjóra, Gunvør Balle, varaborgarstjóra og forkvinnu í mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu, Kinnu Poulsen ummælara úr Rabarbukvarterinum, har søgan fer fram, og Tórbjørn Jacobsen, sum er oratoriskur Carl Jóhan kennari.


So varð høvið at keypa bókina frá Sprotanum, og fáa skaldið at skriva eina persónliga heilsan.


Sissal Kampmann hevði at enda eina góða og væl upplagda samrøðu við Carl Jóhan um nýggju bókina og um høvuðspersónin, sum er ein kvinna úr Brekkugøtu í Rabarbukvarterinum í Havn. Eftir at hava verið í Kongo í Afrika, sendir eitt danskt blað hana í 1968 til Føroya at skriva um ein av manningini á einum línubáti, sum er deyður, kanska myrdur.

Eyðun Johannesen legði seg uppí prátið og vildi geva Sissal loyvi at leggja søguna út eftir hennara høvdi og hugið. Eg stuttlig viðmerking, sum gava samrøðuni lív og nærveru, meðan gløggið angaði.


Inn í millum spældi Mattias Kapnas tvey klassisk klaverstykki, annað eftir Chopin og hitt eftir Kristian Blak.


Sprotin gjørdið sum lovað í innbjóðingini. Tey borgaðu fyri teirri góðu løtuni. Fyrsta sunnudag í advent. Sum jólamaðurin kvøður: "Lat nú bara jólini koma!"