15.12.17

Fullsett kirkja við Bach og kertum


Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum helst er reist í 1200-talinum og tí er Føroya elsta kirkja, var fullsett í kvøld, tá skipað var fyri konsert við klassiskum tónleiki eftir Johann Sebastian Bach (1685-1750).


Samskipari var Ólavur Jacobsen, sum spældi klassiskan guitar og var framúr væl upplagdur frásøgumaður við perfektari timing, ikki bara í gittarspæli, men eisini í orðum.


Einki orgul er í kirkjuni, so umframt gittarin hjá Ólavi, hoyrdu vit eina strúkikvartett við Moniku Stauss Joensen, Jón Festirstein, Jens Christian Guttesen og Jonu Jacobsen. - Alt samalt í andum hjá Bach, sum skuldi levera tónleik hvønn sunnudag, bæði til vanliga messu og til hámessu, og altíð leggja til rættis eftir høvi og umstøðum, sum til dømis her í kirkjuni, segði ein nærverandi Ólavur.


Carsten Arnskov, teknikari í Kringvarpinum, hevði myndprýtt kirkjuna við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annan vegin kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni, men eisini við søguligum portrettmyndum av Bach og hansara nótaskriftum í skiftandi liti og skapi.


Frá tí siðbundna til tað psykedeliskt hallusinerandi vóru litirnir og myndirnar hjá Carsten væl proportioneraðar eftir kirkjuvegginum. Við døggváta gluggan síggi eg fyrst mín egna skugga kastaðan upp á veggin, meðan strúkikvartettin ger klárt at spæla frammi í kóri.


Annar ljóskassin, ið varpar væl skipaðu myndirnar upp á kirkjuveggin, stendur undir gamla bóndagarðinum, og hin ljóskassin er settur oman móti sjóvarmálanum, har vetrarfuglar svambla og blíðu aldurnar hoyrast, sum prestur so væl hugleiddi um, her sum meginland møtir havi.


Spennandi er at eygleiða skiftið, og síggja vinstra eyga á Bach skera kirkjuveggin, so hann við støði í glugganum mest sum skapar klassiska gylta skurðin, meðan havið dunar beint fyri fótum og tari liggur í túninum eftir miklan uppgang. Nú er stilt.


Eftir hinum vegginum, fram við gøtuni, skifta nótar og hondskrift hjá Bach millum opnu kirkjudyrnar og upplýsta gluggan.


- Fyrimyndin til konsertina er úr St Martin In the Fields kirkjuni í London, har konsert er á hvørjum ári, sum kallast Bach in Candle Light, sigur Jóhan Mortensen, ið fekk hugskotið til konsertina, sum Føroya Stiftsstjórn og Tórshavnar kommuna skipaðu fyri. Jóhan vónar, at candle light konsertin kann verða eitt afturvendandi tiltak hesa myrku ársins tíð, og kann takast uppaftur in summer light í Múrinum, so Kirkjubøur framyvir verður eitt kraftsentur við tónleiki eftir Bach.


Prestur í Ólavskirkjuni í kvøld var Meinhard Bjartalíð. Hann byrjaði hugnaligu løtuna við kertum og Bach, og til endans las Meinhard eina bøn, sum Sólrun Michelsen hevði orðað, innan øll reistust og sungu av hjarta Gleðilig jól, tí ikki sást at lesa.


Aftaná konsertina, sum vardi ein tíma, beyð bóndin, Jóannes Patursson, niðan í Roykstovuna, har Føroya Bjór setti Luther og Katarinu bjór á borðið. Takk fyri eina kontemplativa løtu, nú jólini og blinkstrandi søluljósini eru í hondum.