Skip to main content

Jógvan mitt í verðini

Í eysturbýnum í Havn eru tey sjáldsama produktiv at skriva og geva út bøkur. Úr bókarúgvuni, sum Jógvan Arge í mong ár hevur kallað bókatáttin í Útvarpinum undan jólum, kunnu vit byrja við mínum granna, Heðin M. Klein, ið hevur givið út týðing av Vøluspá, Carl Jóhan Jensen, sum í gjár legði fram skaldsøguna SÆR, ein fuglabók av gloymsku, Oddfríður M. Rasmussen við yrkingasavninum OG, Suni Merkistein við talvbókini Í framlopi, Tóroddur Poulsen, sum einaferð búi í eysturbýnum, við yrkingasavninum Ferðamaður í egnum heimi, sum Kinna Poulsen av Lützenstrøð heilsaði við Úr myrkrinum, og Jóanes Nielsen, sum gamaní vaks upp við Landavegin, men nú býr úti við Strond, og nú er frammi við nýggjum yrkingasavni Gudahøvd.

Hetta, sum tey á útvarpsmáli kalla staying power, tað at blíva við og aldri slaka fyri egnum premissum í úrvalda miðilinum, er fremsta eyðkennið hjá Jógvani Arge, antin tað er í útvarpi ella í bók. Men altíð stillført og uttan nakað hóvasták, nú sum fríyrkisfólk í Útvarpinum, men enn sum høvundur, ritstjóri og útgevari.

Í juni fór Jógvan um tey sjeyti, og stutt eftir var móttøka í Kringvarpinum. Tá segði Jógvan m.a. at "síðan hann slapp úr 30 ára leiklutinum sum deildarleiðari á tíðindum og síðani programmum, havi eg lagt meg eftir samrøðum við fólk um teirra lív og upplivingar. Hesar sendingar havi eg gjørt, tí eg haldi, at hetta er ein táttur, sum ikki eigur at hvørva úr útvarpinum. Hesi árini hava eisini verið avbjóðandi. Eg hitti ofta lurtarar, sum taka til, hvussu væl fólk duga at siga frá. Eg eri púra samdur. Onnur hava hug at siga, at ongi frásøgufólk eru eftir. Tað passar ikki. Tað er bara ein spurningur um at leita tey upp. Sama er at siga um originalarnar. Teir eru framvegis har úti - sum tey siga á nútíðarmáli," segði Jógvan á móttøku í Kringvarpinum 23. juni í ár. Myndina tók eg sama dag.


Júst so. Umframt tøkniliga karmin, krevja útvarpaðar samrøður bara at finna heimildarfólkið og at tosa við tey í einum skipaðum formi. So fer klippingin og tillagingin í gongd. Og jú eg veit, bara, er eitt takksamt orð við nógvum modifikatiónum, men júst hetta er kjarnin í miðlaðum práti, djúpt ella skjótt. At leita tey upp.

Eftir at hava verið hjá tannlækna, kom Jógvan nú ein dagin á gátt á arbeiðsplássinum, sum eisini er í eysturbýnum. Ørindini vóru nýggja bókin, Journalistur og útvarpsmaður, við dedikatión. Hóast hetta er hin fyrsta, sum hann skrivaði, er bókin hin tríða í røðini Mín krýnika. Nú hevur hann tikið hana fram aftur, journalistabókina.


Perman er ein gomul familjumynd, har pípan og brúnligu litirnir, sum tá vóru móti, seta týðuliga frámerkið, ið sæst gjøgnum alla bókina. Ein krýnika yvir eitt lív av fyrstu journalistisku parkett, har vit bara møta Beatu, annars er mest sum eingin føroyingur, ið hevur verið so íðin eygleiðari, har politikkur og spælið um maktina varð og enn verður útint. Í grafiskari uppseting eitt sindur altmodisch, sum í gomlu Hvem hvad hvor. Men tað er júst tað, bókin er um. Farnar dagar við egnum orðum, sum krøkja í grundtónan Eg var har.

Fyrst í læru á tíðindastovuni Ritzau mitt í Keypmannahavn, og eitt hálvt ár á danska Jounalistskúlanum í Aarhus, sum hevur verið heilt kveikjandi. Síðani hevur arbeiðsstaðurin verið Útvarpið á Bryggjubakka og frá 1983 í nýggju húsunum, Kringvarpi Føroya, í Sortudíki, til nú hann fór frá sum pensjonistur 1. juli í ár.

Í nýkomnu bókini verða vit førd aftur til Evropaferðir og maktmiðdeplar, sum Berlin, Bonn og Bruxelles, og fáa innlit í greinar hjá høvundanum í donskum bløðum.

Journalistiska uppgávan er at formidla og kenna nærveru, annara vegna. At gera tað torskilda forstáiligt beint fram og við menniskjansligum orðum, so sum tey vóru borin fram av heimildarfólkinum.

Tað gera vit á fótbóltsferðum, mánaferðum, tá høvundurin sigur frá við tátíðartøkni úr Keypmannahavn, og um byltingartíðir úr okkara egna veruleika, tá flúgvingin til og úr Føroyum verður eitt stríðsmál, og tá føroysk-donsku viðurskiftini fáa nýggjar avbjóðingar í einum sjónleiki, langt innan danska sjónvarpið varð sett so øvugt í føroysku verðina.

Eg stuttlig ferð at blað fram millum permur í dag.

Til lukku við nýggju krýnikuni!