7.12.17

Johnny og Eilen í Geytanevndina


Nýggj í Geytanevndini eru Johnny í Grótinum úr Kringvarpinum og Eilen Anthoniussen úr Tórshavnar kommunu.

Geytadómsnevndin hevur leingi viljað tengt Kringvarpið aftur at stuttfilmsgerð, tí har verða flestu dugnaligu filmsfólkini útbúgvin. Tórshavnar kommuna hevur síðan Geytin byrjaði latið áskoðaravirðislønina. Nú er hon hækkað til 25.000 krónur, sum Eilin Anthoniussen, ið starvast sum málsviðgeri á mentamáladeildini í kommununi, umboðar. BankNordik letur Geytavirðislønina, sum nú er 30.000 krónur.

25 filmar vóru tilmeldaðir til Geytan, tá frestin var úti týsdagin. Geytin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. februar í 2018 og atgongumerkjasølan er byrjað.


Í sambandi við Geytan er kravið til ein stuttfilm, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Filmurin kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað slag av filmi, tó ikki lýsingarfilmur. Geytadómsnevndin sigur, at filmarnir verða endaliga mettir eftir søga, filmiskum frásøgusnildi og handverki.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum ferðaðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.


Hvørt ár hevur ein útlendskur gestur verið boðin við í Geytadómsnevndina. Hesa ferð er tað íslendski leikstjórin Hlynur Pálmason (f.1984), sum er aktuellur við virðislønta filminum Vinterbrødre, sum verður frumsýndur í donskum biografum í dag. Ummælarar hava heft seg við heilt serliga myndamálið, ið verður brúkt í filminum, sum er tikin við 16 mm útgerð í Faxe Kalkbrud.