Skip to main content

Mona Jensen (1945-2017)


Fyrrverandi stjórin í Norsk Filminstitutt, Jan Erik Holst (f.1949), sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í filmsørindum, m.a. at vísa Selkvinnen (1953), skrivar í dag minningarorð um donsku Monu Jensen, sum andaðist í farnu viku. Omanfyri síggjast tey bæði á norðurlendskari filmstevnu í Lubeck í áttatiárunum. Niðanfyri er Mona avmyndað í Cannes í 1992.


Síðan 1984, tá Filmsfelagið fór til verka, vóru Mona Jensen og eisini Michael Rasmussen úr Silkeborg, sum tá var lærari á Føroya Læraraskúla, teir dyggastu stuðlarnir at fáa listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum higar at vísa í Leikhús Bio og Havnar Bio, og eisini at hýsa sjeyndu almennu norðurlendsku filmsstevnuni í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini í apríl í 1989.

Tað var við hetta høvið, at Katrin Ottarsdóttir frumsýndi Atlantic Rhapsody fyri eini altjóða áskoðarafjøld, og kom í Variety og alla ta altjóða filmspressuna, og fekk í november fyrstu virðisløn í Lubeck fyri filmin.

Niðanfyri sæst Mona Jensen longst til høgru. Hon er avmyndað saman við formansskapinum í Scandinavian Films inni í Kirkjubømúrinum í juni í 1988. Hin bæði eru Gunn Hultén-Cavallius úr Svøríki og Egil B. Fonn úr Noregi. Ole Wich tók myndina.


Her er Mona Jensen avmyndað saman við Ole Wich á áttandu norðurlendsku filmstevnuni, sum varð hildin í Kristiansand í 1990, har nevndin í Filmsfelagnum var boðin við. Búmerkið á koppinum sipar til hotellið Caledonien í Kristiansand.


Í minningarorðunum í norsku bløðunum í dag, skrivar Jan Erik Holst, soleiðis:

Mona Jensen

En av den nordiske filmens fremste entreprenører, souschef Mona Jensen er gått bort, 72 år gammel, etter lengre tids sykdom. Hun var født i Danmark 4. april 1945 og var i mange år souschef, i flere perioder også fungerende direktør ved Det danske filminstitut. I denne egenskap ble hun, i 1978, forretningsfører for Scandinavian films, arbeidsfellesskapet for de nordiske filminstituttenes utenlands satsninger, i Berlin, Cannes, Venezia og ved andre ledende A-filmfestivaler, en stilling hun hadde frem til 1998.

I denne egenskap utviklet hun også de ambulerende nordiske filmfestivalene, som fant sted i Tórshavn, Reykjavik, Nuuk og Kautokeino bl.a. med en lang rekke inviterte distributører, journalister, kritikere, kuratorer og andre filmformidlere.

Spesielt festivalen i Tórshavn i 1989 satte sine spor. Ifølge Færøyenes filmnestor Birgir Kruse var Mona Jensen den person, der førte Færøerne ind i det nordiske filmsamarbejde og skabte uvurderlige kontakter, der i flere tilfælde endnu er intakte. Hun blev kaldt Filmens Mama, Filmhusets Mama og Filminstitutets Mama alt efter, hvem der tiltale hende. I filmklubben Filmsfelagið, som endnu eksisterer, vil Mona blive husket for en altid formidlende indsats af filmfaglig karakter, men også for en indbydende personlig væremåde, der åbnede døre til hele det nordiske filmmiljø.

Også New York, London, Sidney og Tokyo ble presentasjonssteder for utvalgte nordiske filmuker, koordinert av Jensen. Etterhvert kom også de baltiske land inn i ScF’s arbeidsfelt og hun var med å utvikle nye festivaler i Riga og Tallinn, samtidig som hun var forretningsfører for Nordisk-Baltisk filmfond. Også det europeiske co-produksjonsfondet Eurimages og ulike EU program nøt godt av hennes entusiasme og administrative ferdigheter. Vi savner henne i det nordiske filmfellesskapet og lyser fred over hennes minne.

Jan Erik Holst
Formann for Scandinavian films 1993 - 2000

Fyrrárið fekk Jan Erik Holst Den Kongelige Norske Fortjenstorden av Kommandørs grad fyri at breiða út kunnleikan um norskan film í øllum heiminum. Myndina av honum tók eg á Oyggjarvegnum í januar sama árið, tá hann greiddi frá um Selkvinnen í Norðurlandahúsinum og vitjaði Guðrun Haustein, sum var við í filminum.


Tá Nils Halm var stjóri í Norðurlandahúsinum, og vit í felag funnu uppá tiltakið Geytan, varð skipað fyri føroyskum filmsýningum og móttøku í Lubeck í 2011. Her eru Jan Berg Jørgensen og Heiðrikur á Heygum í práti við Jan Erik Holst í biografinum CineStar.


Myndina niðanfyri tók Sigurd Moe Hetlandi í Cannes í 1992. Frá vinstru síggjast Frida Ohrvik, Norsk Film, sum tók fyrsta føroyska filmin Atlantic Rhapsody út í heim; Per Dogger, sáli, og konan, Mona Jensen, longst til høgru.


Persónliga og vegna Filmsfelagið lýsa vit frið yvir minnið um megnarkvinnuna Mona Jensen, sum steig framúr í øllum norðurlendskum filmssamstarvi.

Vegna Filmsfelagið
Ole Wich og Birgir Kruse.