15.12.17

Tá ljóðið sigur søgur á filmi


Tá ljóðið sigur søgur á filmi er yvirskriftin, tá Peter Storm Wich fer at sýna filmin Polar, og greiða frá um ljóðsniðið í fyrstu grønlendsku webfilmsrøðini.

Tað eru Filmsfelagið og Havnar Bio sum í felag fara sýna filmin Polar, sum er verkætlan frá filmsskúlanum Super16. Samstundis er hetta ein pilotur, nú fyrsta grønlendska netrøðin verður gjørd.

Baksýnið og orsøkin til sýningina í Filmsfelagnum er, at varpa ljós á ljóð í filmi og filmsgerð. Skal ljóðið gera mun og hava størst møguliga virkna í filmaðu søguni, so skal ljóðfólkið, ljóðdesignarin, vera við í kreativu prosessini longu tá hugskotið verður til og handritið skrivað. Polar er eitt dømi, har ljóðsniðgevin medvirkar frá byrjan, og elvir til, at ljóðmyndin og alt ljóðumhvørvið verður ein sjálvsagdur medspælari í filmaðu søguni.

Peter Storm Wich, sum lesur til tónameistara á Danska Filmskúlanum, og hevur ábyrgdina av ljóðinum í Polar, fer eftir sýningina at siga frá um, hvussu ljóðið er blivið til og at svara spurningum frá áskoðarum.

Opna filmsýningin, sum er ókeypis, er ætlað føroyskum filmsfólkum og øllum, ið á ymsan hátt fáast við og hava áhuga í filmi, og vilja síggja film í biografumhvørvi við røttum ljóði. Tiltakið er fyriskipað saman við Havnar Bio.

Soundvenue skrivar soleiðis um filmin Polar: Nuuk, de omkransende fjelde og det sagte skvulpende hav udgør det særlige, isolerede serieunivers, hvori ’Polar’ udspiller sig. I dagslys dominerer industri og betonbyggeri, men når mørket falder på, transformerer farvestrålende nordlys og ildevarslende hvalsang sceneriet. Myter og mystiske lydfænomener truer byens ungdom. Som overnaturlig spændingsserie lægger ’Polar’ fremragende ud – endda med fintfølt og underspillet homodrama som følelsesmæssig klangbund. (www.soundvenue.com)

Polar: Leikstjórn: Natalia Anna Ciepiel, Alexander Ohrt. Handrit: Morten Mortensen. Leikarar: Amisuna Berthelsen, Inuna Davidsen, Elias Lindhardt. Tónameistari: Peter Storm Wich. Longd: 34 minuttir. Sýning: Fríggjadagur 29. desember 2017 klokkan 12:00, tað er á middegi.