Skip to main content

Trælist í Mjørkadali á jólum


Við amerikanska Jet dreyubonkin í barakk 28 í gomlu Natostøðini í Mjørkadali ger Joel Cole listaverk úr viði, so sum krukkur, stakar og skeribretti. Onnur kompleks listaverk, ið fyri mesta partin eru evnað til úr falnum trøum kring heimbygdina Shakopee í Minnesota og førd higar til lands í bingjum fyri mongum árum síðan, eru vakurt organiskir lutir, ið umframt at verða innbjóðandi taktilir at kína, eru funktionellir sum knagar, at hanga jakkar og hattar á.

Til vinstru í myndini niðanfyri er eitt høgt og samansett listaverk, annanvegin átøkt Trøllkonufingri og hin vegin einum verndarsteyra, totempela, hjá norðuramerikanska upprunafólkinum. Joel, sum talar og praktiserar føroyskt sum ein innføddur, ja gongur fjøllini og flettir, sum er meir enn eg sjálvur geri, skrivar á Facebook, at "This is what I currently consider my "flagship" piece: Breaking Bad...as Faroese as it gets. The piece stands 215 cm tall and is made from: Sugar Maple, Mahogany, Ebony, Cherry, Brazilian Walnut, Redwood, Ash, Birch, American Walnut, Honduras Rosewood, brass, guitar string, leather cord, metal, and paper."


Joel kom higar fyri meir enn 30 árum síðan sum skiftisnæmingur í Rotary skipanini frá Shakopee senior high school. Tá gekk hann í studentaskúlanum við Gøtugjógv. Síðan hevur hann lisið antropologi við lærda háskúlan í Minneapolis í Minnesota, og sjónleik við Gustavus Adolphus College í Saint Peter, MN. Í dag er hann giftur Kristinu og býr í Hoyvík.


Upp í Mjørkadali heldur Joel til í barakk 28, har hermenn hava búð, tveir og tveir í hvørjum rúmi, sum í kahútt umborð á skipi, við einum vesi og einari stovu. Nú øll donsk hernaðarmál og Natomál eru flutt úr Mjørkadali, er Arresthúsið flutt inn í høvuðsbygningin niðanfyri, sum í meir enn hálva øld hevur verið ein arkitektonisk perla í grøna brattlendinum undir Sornfelli og omanfyri Kaldbaksfjørð.


Tað var í september í 2015 at Joel flutti listaverkstaðin niðan í Mjørkadal. - Ein avtala og skipan, ið er við til at veita føroysku fongsulsskipanini støðug skeið, og geva mær eitt tilhaldsstað í vøkrum og gevandi umhvørvi, ið kann hýsa mínum listaverkstaði og galleríi, segði Joel tá. Umframt tey innsettu í Arresthúsinum, sum enn er danskt málsøki, koma eisini fólk, ið ganga í Fountainhúsinum í Havn niðan higar at dreya og arbeiða undir kønu leiðslu Joels á verkstaðnum. Næmingar úr Gøtu skúla og Litlaskúla við Hoyvíkstjørn í Havn koma eisini í verkstaðin at læra um trælist og at brúka amboðini.


Fyri endanum á barakkini, har stova var fyrr, er nú gallarí, har til bera at síggja og keypa frá Joel Cole Art.


Okkara vegir hava krossast fyrr. Tá eg og mínir gomlu skúlafelagar fyri meir enn fimm árum síðan møttust í Saltsøluni á Vestaru bryggju, skrivaði eg soleiðis á blogginum 23. september 2012: Amerikanarin Joel Cole hevur eisini verkstað her úti. Hann greiðir frá, hvussu hann kom til Føroya sum skiftisnæmingur, hvussu lívsleiðin seinni lagaði seg og um alt timbrið, hann hevur tikið við sær til Føroya úr heimstaðnum í Minnesota. Sum sæst á myndunum er tilfarið rúgvusmikið.


Víðari skrivaði eg á blogginum í 2012, at vakra skápið niðanfyri hevur Joel gjørt til eina kvinnu. Og tað er sólarklárt, at júst passión er í øllum arbeiði og tilfari, sum Joel arbeiðir við og fortelur okkum um.


Fyri jól sama ár, hin 6. desember í 2012, hitti eg Joel á Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, og skrivaði soleiðis á blogginum: Joel Cole, sum niðanfyri er avmyndaður á verkstaðnum á Háskúlanum í Hornabø í Havn, arbeiðir við eini sjáldsamari og spennandi framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. januar 2013.


Framhaldandi skrivaði eg soleiðis: Joel, sum býr í Føroyum, er ættaður úr Minnesota. Hann hevur ferðast víða og kom av fyrstan tíð higar sum skiftisnæmingur. Tilfarið, sum hann brúkar í framsýningini, er úr Norðuramerika, Suðuramerika og Føroyum. Um framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í januar, sigur Joel soleiðis:


Í nýggjastu verkunum seti eg mær fyri at kanna tey mynstur, sum vit leggja á tilveru og atferð okkara. Vit liva í fýrakantaðum kassum. Vit hyggja út úr hesum kassum gjøgnum fýrakantað hol. Vit arbeiða í fýrakantaðum bygningum. Vit eru umgyrd av beinum strikum, vinklum og fýrakantum. Og tá vit lýsa okkara tilveru í myndum, gera vit tað við at taka bíløt, sum eru sett saman av túsundtals smáum puntum, sum allir eru í litum. Mín spurningur er hesin: Um tær myndir vit dagliga hyggja eftir, eru gjørdar úr smáum litaðum puntum, hvat er tað so í veruleikanum, vit hyggja at? Er tað hin rætti veruleikin, sum verður borin fram fyri okkum? Og hvussu ávirkar tað atferð okkara, tá vit skoða veruleikan í einum teldugjørdum heimi? Mínar nýggjastu standmyndir, sum eru úr timburi, dvølja við hesar tankar, og royna at finna eina spón av sannleika handan talgilt viðgjørdu myndirnar, sum vit síggja hvønn dag. Timbur, sum í flestu førum er úr mínum heimstaði í Minnesota, er høvuðstilfarið í hesum arbeiði. Men eg brúki eisini lívrunnið tilfar, sum eg havi funnið við føroyskar strendur og so nakað av reka.

Í mars 2018 verði eg partur av eini stórari framsýning í Norðuratlantshúsinum í Odense saman við føroysku listafólkunum Edward Fuglø, Eyðun av Reyni, Pól Skarðenni og Guðrið Poulsen.