Skip to main content

Fake News er ársins orð


Millum fajitas og fakement finni eg fake news í nýggjastu útgávuni av stóru ensku orðabókini hjá Collins, Collins English Dictionary. Tað er ársins orð, siga tey, og greiða soleiðis frá nýggja navnorðinum:


Grundgevið verður soleiðis fyri, hví hetta er ársins orð í enska heiminum í undanfarna ári:
It has been derided by the leader of the free world and accused of influencing elections, but ‘fake news’ is today legitimate news as it is named Collins’ Word of the Year 2017. The word saw an unprecedented usage increase 365% since 2016. As defined by Collins, ‘fake news’ means “false, often sensational, information disseminated under the guise of news reporting”...The associate of ‘fake’ with ‘news’ started out in the field of comedy, as exemplified by shows such as Jon Stewart’s The Daily Show and Chris Morris’s The Day Today, but around 2005 the term began to be applied to false news stories that were circulated with malicious intent rather than as satire. During the 2016 US presidential campaign pundits noted the large number of websites broadcasting false stories about the candidates under the guise of news. Then in January 2017 Donald Trump dismissed reports from the CNN news agency about his alleged links with Russia as ‘fake news’. Claims that potentially damaging stories were ‘fake news’, and enquiries into the proliferation of such stories were a major part of the news agenda in 2017. 
Altso, er tað nú staðfest fyri fyrstu ferð, at til er eitt illavorðið fyribrigdi, sum vil forføra lesaran, lurtaran og hyggjaran, tí orð eru makt, og lygn er størri makt, og tøgnin er hin allar størsta tríeinigheitsmaktin í fjórða statsvaldinum yvirfyri miðlabrúkaranum, sum er ein tabula rasa, eitt tómt kar, without built-in mental content, sum Wikipedia sigur.

Miðlaframleiðararnir og sosialu agentarnir eru farnir at brúka orð til at benda og snara, ella bara yvirtrumpha øll við bara at tiga. Tað var journalistiska sannkenningin í tí Harrans ári 2017.

Nýggjasta er, at Kringvarpið kunnger ein lista yvir danskar politikarar, sum frá í dag kunnu mutrast. Tveir teirra eru føroyingar.

Fyrrakvøldið sá eg spildurnýggja bretska satirufilmin The Death of Stalin saman við gamalkommunistum í Havnar Bio. Øll tey møttu flentu og nikkaðu. Ikki bara tá fundur var í ovastu ræðslusovjettini, og eingin visti, hvør eltibløðra nú var fallin í ónáði, men eisini tá eftirgjørdu og primitivt retusjeraðu bíløtini hjá Stalinpressuni vóru víst í endanum.

Akkurát hesi søguligu bíløt, har persónar verða strikaðir ella settir inn í nýggjar propagandamyndir, sum heimspressan og bókaforløgini tá endurgóvu í einum vælskipaðum, ritstýrdum og løntum tíðindameldri, fær meg at undrast. Halda journalistar og forleggjarar at fake news er eitt nýtt og núuppfunnið fyribrigdi?

Nú blívi eg ordiliga bangin.

Um hesi fólk veruliga halda tað, so hava tey ikki lisið sovjettiska søgu og enn minni sæð The Death of Stalin.