Skip to main content

Fimtan perlur úr Norðurlondum


Bretski netmiðilin Screen Daily skrivar í dag um fimtan norðurlendskar filmar, ið eiga at freista allar festivalstjórar í 2018:

15 Nordic films to tempt festival directors in 2018

Leiðandi myndin í dagsins grein er av Matt Dillon, ið hevur høvusðleiklutin sum Jack í horrorfilminum hjá Lars von Trier The House that Jack built.



Zentropa, har Peter Aalbæk Jensen er komin aftur til arbeiðis, upplýsir, at í filminum eru vit í USA í 1970'unum. Í tólv ár fylgja vit hópdrápsmanninum Jack, sum stig fyri stig skapar eitt listarverk fyri og annað eftir, í hvussu er eftir hansara egnu morbidu hugsan og sjónarmiði:

"We experience the story from Jack's point of view, while he postulates each murder is an artwork in itself. As the inevitable police intervention is drawing nearer, he is taking greater and greater risks in his attempt to create the ultimate artwork. Along the way we experience Jack's descriptions of his personal condition, problems and thoughts through a recurring conversation with the unknown Verge - a grotesque mixture of sophistry mixed with an almost childlike self-pity and psychopathic explanations. The House That Jack Built is a dark and sinister story, yet presented through a philosophical and occasional humorous tale."

Blaðvirksemið hjá Screen Daily skrivar seg heilt aftur til 1889, tá filmurin var ein nýggj uppliving. Í 1975 varð blaðvirksemið umskipað og í 2001 byrjaði netmiðilin Screen Daily. Forlagið er á øllum stórum festivalum og skrivar tá um film hvønn dag.

Eftir drúgva listanum hjá Screen Daily eru nógvir spennandi norðurlendskir filmar í væntu í ár. Filmsfelagið fer alt árið vísa fleiri teirra í biografinum annanhvønn mikudag.

Í ár eru eisini hundrað ár síðan Ingmar Bergman varð føddur. Tað hevur Lars von Trier langt síðan mint okkum á.