Skip to main content

Frá ellisheimi til spælipláss


Í gjár varð ein filmur úr Føroyum lagdur á YouTube við heitinum Dreamwalkers. Upphavsmaður er hin 28 ára gamli Chris Eyre-Walker, sum er úr Belgia, men býr í Avstralia.

Saman við fýra niðurlendingum var hann í Føroyum í fjør, at ganga á línu, highlining.

Tey tosa um the hostel, tá tey í kavanum leggja á oynna í bili. Sum frálíður svinnur kavin, og tey ferðast ymsa staðni í landinum og møta onkrum fólki eisini.

Chris, sigur, at hetta er fyrsti adventure filmur hann hevur gjørt. Í oktober vísti hann filmin í Banff í Kanada, har ein fjallafilmsfestivalur er hvørt ár ta ársins tíð.

Júst hetta sermerkta uppáfinnsemið, so sum ein fjallafilmsfestivalur í Banff, er gull vert fyri einar framtíðar Føroyar. Men ávegis til einar betri fungerandi Ferðavinnuføroyar kunnu vit eisini verða nøgd við ein fjallafilm sum Dreamwalkers, ið varar knappan hálvan tíma og liggur opin at síggja á netinum.

Lætta atkomuligheitin ber eisini boð um ein kommersiellan heim, har alt er til sølu, bara ein sponsor finst. Av teimum er Haglöfs hin sjónligasti við jakkum, stivlum og ryggsekkjum, ja og so Motorola. Í einum køki møtast tey at smakka turt kjøt, tvøst og spik. Tá eru fremmandafólkini í Dreamwalkers-troyggju, meðan føroyski verturin er í North Face troyggju, kappingarneytanum hjá Haglöfs.

Hvør av øðrum liva má, og heldur tú, at til ber at sleppa undan so sjónligum sponsorum, at menniskjan er mest sum ein livandi reklamusúla her úti í berligu oyðuni, so er at trúgva umaftur. Eg vil siga, at lukkutíð hava sponsorar lívgað fólk sum Chris, so hann kann koma higar at varpa ljós við fullari kraft á eitt land, sum fyrr var eitt kollektivt ellisheim við onkrari hissini kvøldsetu fyri hin vitjandi, men sum nú eisini er vorðið eitt aktivt spælipláss við ørandi hæddum og ræðandi útsikt.

Gamaní er tað ivingarsamt, um øll skulu sleppa at bora og seta boltar og jørn í hvørja hellu, bara fyri at ganga á línu um eina gjógv, sum í sjálvum sær er ein høpisleys gerð. Men eg giti, at YouTube filmurin hevur sterka atdráttarmegi hjá teimum, sum hætta sær at ganga á línu í hæddunum í hesum evarska lítla landi, har eingin av teirra javnlíkum hevur verið fyrr. So sterka, at striktar fyriskipanir mugu gerast, um tær ikki longu eru gjørdar, so hvør fjallaklintrari ikki fer at bora í klettarnar, so alt losnar og dettur oman av tromini. Tí fjallaklintrar og -klatrarar eru manisk fólk eins og øll onnur, ið eru bundin av plágandi totaliterum manium at ganga uppa á hvønn tind, tjekk, og kunnu illa síggja ein klett, uttan tey og øll í teirra fylgi partú skulu klatra upp um hann, ístaðin fyri at ganga á sløttum uttan um klettin. Hæddin er rúsurin.

Stuttligt at síggja, at Føroyar flyta seg úr passivu dvalastøðuni sum ellisheim eitt stutt summarskeið, til eitt aktivt spælipláss fyri ferðafólk í øllum aldri, eisini um veturin. Stuttligt, bara tey hava myndtólið við og duga at handfara tað og leggja úrslitið á ein sjónligan opnan stað. Sum eitt nú Chris Eyre-Walker. Estetiskt er tað gott fyri okkara sjálvsmynd í cyberspace, haldi eg. Men eisini tí at vit fáa eyga á teir sponsorar, sum til dømis Olympus, ið vilja stuðla Føroyaferðum hjá professionellum highliners millum fjalla, bara tey hava eygað og myndatólið við.