24.1.18

Frits Johannesen fær Heiðursgávu Landsins í 2017


Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Tað kunngjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld.


Henda virðislønin verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr.

Dómsnevnd, sum er Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs, siga soleiðis um orsøkina til at geva Frits Johannesen, fjøllistamanni, Heiðursgávu Landsins:

Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið. Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt tað pedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara í skúla. Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt streingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og tað heldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari. Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørvið við framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðari til alt Føroya fólk. Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkja og skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum hava verið framførdir í Fuglafjarðar skúla. Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði at syngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eitt serliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondum og Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskum løgum. Hóast mong ár eru gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úr Fuglafirði við sínum runda og milda klangi. Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista- og mentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild. Fyri hetta avrikið fær Frits Johannesen Heiðursgávu Landsins 2017. 

Umframt at eitt gentukór úr Fuglafirði, "Okkara gentur", sungu undir leiðslu av Jógvani á Lakjuni, bar Dávur Winther fram heiðursrøðu fyri Frits Johannesen.





Til lukku við Heiðursgávu Landsins, Frits!