1.1.18

Gott nýggjár!

Gott nýggjár! Í Tórsbyrgi hevur øll árini, síðan fólk fluttu inn her í 1976, verið vanligt at hava nýggjárshald. Í dag varð byrjað við barnatiltaki klokkan fimm í brekkuni frá hitamiðstøðini í elsta eigarafelagnum niðan móti Lágargarði, sum lat upp í 1987. Klikk á myndina omanfyri og hon verður eitt krubbuspæl.


Við trygdarútgerð fokusera børnini í Tórsbyrgi saman við mammum og pápum á, hvussu alt skjótbært fæst at bresta best hetta gamlaárskvøld í Tórsbyrgi.


Og omanfyri øllum er bálmeistarn, Jón, sum í hesi løtu hevur set seg inn í gomlu smáttuna í brekkuni beint undir Lágargarði.


Fyrr um dagin er gjørt klárt til kyndlagonguna hjá teim vaksnu, sum byrjar klokkan ellivu um kvøldið. Her sæst, at millum jólahurðanna standa kyndlar. Kanska forða teir fyri at nýggjar dyr verða opnaðar. Hvør veit.


So byrjar kyndlagongan hjá teim vaksnu, nú klokkan er farin av midnáttarellivu. Nú er at ansa eftir leidningum og takskeggi, so kyndlarnir ikki festa í.


Eyðdis undir reyðum hatti er fremst fyri í kyndlagonguni niðan gjøgnum gøtuna.


So fara vit til gongu niðan eftir parkeringsplássinum og runt um hornið, har gøtan er fram við fótbóltsvøllinum og runt alt økið, so vit eftir gøtuni síggja oman á gamla Bukkevald og beint út í hav, sum dúvar spakuliga í tí fjara. Nú er Unn fremst fyri.


Mitt í Tórsbyrgi, undir vegginum hjá Maluni og Heðin, kemur Eyðun úr hjallinum og steðgar gonguni við einum snapsi.


So ganga vit víðari oman millum hjállarnar. Her er Álvur fremstur framman fyri nummar seytjan.


So fara vit sum vant oman millum húsini í Tórsbyrgi, men hesu ferð eitt sindur longur oman eftir trappunum og eftir gøtuni fram við Boðanesheiminum.


So møtast vit við vaksnamannabálið, sum Gunnleivur og Martin hava fest í.


Fólk møtast við kyndlunum, tey hava fingið í hitamiðstøðini, har gongan byrjaði. Nú syngja tey tjóðsangin.


Tá fyrsta ørindi er sungið, kasta tey kyndlarnar á bálið.


Meðan bálið brennur beint fyri midnátt, er mangt at skifta orð um.


Tá klokkan slær midnátt bjóðar Jógvan ett glas av sjampanju í hitamiðstøðini.


Eigarafelagið hevur borðreitt við kransakøkum.


At enda syngur Gunnleivur fyri "Boðar tú til allar tjóðir". Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár úr Tórsbyrgi, nú øll fara í ymsar ættir.