Skip to main content

Trier er fjórði filmsleikstjóri at fáa Sonningvirðislønina


Danski Lars von Trier (f.1956) er fjórði filmsleikstjóri at fáa Sonningvirðislønina. Hon er ein millión danskar krónur og verður latin fyri týðandi mentanaravrik í Evropa.

Hinir tríggir evropeisku filmsleikstjórarnir eru eysturríkski Michael Haneke (f.1942), sum fekk virðislønina í 2014, pólski Krzysztof Kieślowski (1941-1996), sum var 53 ára gamal, tá hann fekk hana í 1994, og svenski Ingmar Bergman (1918-2007), ið fekk Sonningvirðislønina í 1989.

Hetta eru alt aldrandi menn og í ár eru hundrað ár liðin, síðan Bergman varð borin í heim. Tí fer onkur av hansara klassisku filmum at verða vístir í biografinum í ár.

Føroyski rithøvundurin William Henesen (1900-1991) fekk Sonningvirðislønina í 1985.

Forkvinnan í Akademiráðnum, Milena Bonifacini, sigur um Lars von Trier, at "som filmskaber har han formået at give forskellige genrer sin helt egen fortolkning. I den forstand er han en grænsesøgende og grænseoverskridende kunstner, der placerer sig selvsikkert og selvbevidst et helt andet sted end den stadig mere kommercialiserede mainstreamfilm. Det er det vedvarende favntag og opgør med det konventionelle, der adskiller Lars von Triers arbejde og har bidraget til at gøre europæisk film til noget særligt. Alle Lars von Triers film fremstår utroligt stærkt visuelt. Han er en fantastisk billedmager og som sådan har von Trier haft stor indflydelse på mange kunstnere."

Sonningvirðislønin verður vanliga latin annaðhvørt ár. Men í 2016 var eingin virðisløn. Tí hava tveir týðandi evropeiskir filmsleikstjórar fingið hana slag í slag.