26.2.18

100.000 til film


Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, boðar nú frá hugskotskapping at gera film, telduspæl ella app.

- Einasta kravið er, at tilfarið skal vera føroyskt og hava sum endamál at menna føroyska málið hjá teimum minstu børnunum, sigur Gunvør, og leggur afturat, at endamálið er at geva børnunum ein møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fangandi, at tað stuðlar undir máltøku og málmenning hjá smábørnum.

Umframt 100.000 kr til sjálva verkætlanina fær vinnandi uppskotið 30.000 kr og næstbesta uppskotið 15.000 kr. frá Tórshavnar kommunu.

Hinir nevndarlimirnir í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu eru Turið Horn og Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi, og Heðin Mortensen og Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum.

Myndirnar tók eg, tá Gunvør handaði Áskoðaravirðislønina á Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum sæst niðanfyri, fekk virðislønina fyri stuttfilmin Maðurin við blæuni.