14.3.18

Dømikraft, dømikraft, dømikraft


Í einum miðili í intelektuella fedralandinum er ein sjónvarpssending um at duga á at skyna hús og býli og alt í hesum sambandi, tá familjur har í landinum eru boligsøgende.

Við fyrimynd í hesum danska teveprogrammi, Beliggendhed beligghenhed beliggenhed, velji eg í dag yvirskriftina dømikraft, dømikraft, dømikraft.

Tann visuelt sjónligi sjónvarpsjournalistur, sum traðkar inn í hvørja føroyska stovu, eigur at hava so mikið av dømikraft, at hann ikki fer í ein militerjakka beint av tjetenska frontinum, at tosa við russarar, sum fyri fyrstu ferð eru komnir ta longu leið til Føroya at halda forsetaval fyri Putin og teir á Kremli.

Óansæð hvat merki militerjakkin er, er hetta manglandi dømikraft. Ikki bara hjá klædnaberanum, men eisini hjá fotografi, redaktøri og tíðindaleiðara. Har vóru fýra fyrisitingarligir jouranlistiskir instansir, ið ikki vístu dømikraft, tá teir komu inn í mína stovu. Dømikraft, dømikraft, dømikraft, dømikraft.

Hinvegin kann eg ikki bara mær fyri at lata journalistisku hermótamyndina standa eina løtu, og tøma hana fyri íbornan symbolikk. Í roynd og veru er hetta ein mynd av menniskjansligu menningargongdini, lýst í trimum klædnamodus.

Fyrst fyri er ósvitaligi hernaðarjakkin. Um hann so verður sagdur at vera ein kynsleyst avvápnaður anorakkur fyri menn og kvinnur á grønlendska innlandsísinum, so er hann í ikonrussiskum høpi tað bera Tjetjenia. Einki annað. Annað stig á klædnamenningarleiðini við søguliga russiska Føroyaborðið er vælklæddi mótamaðurin m/k í tweed, vesti og butterfly, við mótarættum brillum og hári. Triðja og seinasta stig á klædnamenningarleiðini er sitandi maðurin í sweat shirt og ongum øðrum enn mótarættum uri.

Klæði skapa fólk, segði ein klædnahandil í býnum.

Misvísandi klæði kunnu eisini avdúka eina manglandi dømikraft hjá einum heilum riðili av persónum í almennari tænastu. Tað er eitt sindur pínligt. Teirravegna.