10.3.18

Fínasta franska í Fútastovu


Petur Kristinn Vang serverar franska høvuðsrættin í Fútastovu í kvøld. Tað er Bavette, flank steak, við soppakremi og leskiliga broysknum fronskum eplum, við Chateneuf du Pape, Chapoutier, reyðvíni afturvið. Perfekt til høvið og merveilleux, sum nýggja franska orðabókin hjá Rólandi í Skorini sigur. Hvørki meir ella minni. Til vinstru í myndini omanfyri hómast John Mikkelsen, ið stendur fyri matstovunum hjá Gist & Vist Heima í Havn. Her er hann mitt fyri, sum er rætta plásið.


Fútastova hevur fingið nýggjan køk, vesi og barrdisk, og í kvøld er mest sum alt franskt, bæði matur og drekka, men í føroyskum karmi. Við borðið skifta vit orð um stílskapandi franska kokkin Paul Bocuse, sum júst er deyður, 91 ára gamal. So kemur føroyski kokkurin til borðið.


Teitur Christiansen av Tvøroyri er nýggi kokkurin í fronsku Fútastovu. Hann hevur verið høvuðskokkur í Áarstovu farna árið, hevur fyrr verið souschefur hjá donsku Cofoco og starvast hjá Nose2tail í Keypamannahavn. - Vit gera alt upp á okkara egna máta, og í so stóran mun sum til ber við føroyskum rávørum.


Nú springa vit til fyrstu kvøldarmynd. John Mikkelsen skeinkir Pol Roger Reserve Brut sjampanju, sum er leskiliga franska undirkastið, ið gevur góðan ráka, innan átuligar ostrur (Ostrea) koma inn á borðið við sitrón í ísskál.


Tú stoytir kyldu skelina upp í nevið og svølgir førningin. Tað er, sum fært tú alt havið frammaná. Uttanfyri duffa bátarnir á Eystaru vág, og ungmoyar sita við gluggan meðan tú tyggir smakkin av havi.


Annar og triði partur av forrættinum eru turkað laksaskræða og fronsk skinka, har svínið er fóðrað við haslinøtum, so tað kennist aftur í skinkusmakkinum. Omaná fronsku skinkuni er rivin føroyskur Arlaostur frá Jóhan og teimum úr Múla. Afturvið fáa vit perlandi Rieslingvín frá Trimbach úr Alsace. Céleste er franska orðið eg nú finni í orðabókini. Eitt skipanavn, ið minnir meg á, at enn eru vit ikki løgd frá landi.


Vit skifta orð um goût, smakkin, skránna og søguna í matstovuvinnu í býnum frá Mouldi í Rio Bravo til dagsins marknað, ikki bara við náttarpitsu í Steinatúni, men eisini sushi og japanskum Sapporobjóri á Áarvegnum og ræstari matskrá við sponskum sjerri í grannahúsinum, Nýggjustovu. Føroyar eru eitt gastronomiskt paradís, sum ikki bara ferðafólkini, men eisini vit sjálvi eru farin at viðurkenna og byggja á í øllum fjølbroytni.


So verður lívliga prátið millum Unn, Jensinu, Leif og Jóhan steðgað, tá Petur Kristinn kemur við stoktari tungu (Microstomus kitt) við ratatoullie í tallerkinum, og Chablis frá Joseph Faiveley í glasinum.


Eftir løttu og leskiligu tunguna, sum sambært Fiskar undir Føroyum (2007) er norðuri í Hvítahavinum, undir Føroyum og Íslandi, og heilt suðuri í Biskaiavíkina, er lívsælt at leggja tungubeinini frá sær á tallerkinum. Akkurát sum ordiligt. Ein feril av føroyskari matmentan.


Eftir tunguna kemur Foie Gras, gásalivurpostei, sum franska orðabókin sigur eftir eitt klikk á netinum. Hon er stokt í Madeira, gásalivurposteiin, og løgd omaná ristað breyð við salvie og Gewurztraminervíni frá Hugel í Alsace afturvið. Leskiligt á ein smidligan hátt, sum var tað bleytt jólanugga, til vínið skolar góman og fær himmalin at opna seg fyri enn einum nýggjum smakki. Tey duga so sjáldsama væl at skeinkja rætta vínið afturvið matinum.


Prátað verður lívliga við runda borðið, sum er út móti glugganum við sýni móti Nólsoyarstovu, Sjóvinnubankanum, Eystaru vág og Kongabrúnni. Og øllum smábátunum, har havnarmenn fyrr drupu grind í einum ørvitisrúsi, sum nógvir gamlir filmar enn vitna um. Nú er tíðin ein onnur. Jóhan og Leif tosa um fronsku sambondini gjøgnum tíðirnar og seinastu royndirnar á Føroyabanka, sum skjótt fara at síggjast á matskránni í Barbara Fish House.


Omaná fáa vit sitrónís við marengsi og brendari hvítari sjokulátu við søtum dessertvíni, Coufis, Muscat frá Chapoutier, Rhoné.


Omaná er ein longri symfoni, sum eisini er kaffi í Fútastovumerktum koppi, petit four, tað er sjokulátabitar, og 15 ára Dupont Calvados frá Normandínum í enn einum glasi.


Merci, manga takk, øll somul, fyri eina góða franska máltíð Heima í Havn, og ikki minni hugfarsligt prát um matkynstur, miðlar og annað mangt eitt fríggjakvøld við vágna. Føroyar eru eitt tiltakandi gastronomiskt paradís. Amen.