Skip to main content

Konni Kass á pall í Roskilde


Roskildefestivalurin, ið er millum teir størstu í Evropa, kunngerð, at Konni Kass verður á norðurlendsku skránni, sum er á Countdown og Rising pallunum. Konni Kass avmyndaði eg á G Festivalinum í fjør.


Roskildefestivalurin upplýsir, at festivalurin verður í døgunum 30. juni til 7. juli í 2018, og at endaliga skráin verður kunngjørd 5. apríl. Føroysk nøvn, sum fyrr hava verð á plakatini í Roskilde, eru Teitur og Orka. 


Hin 24. januar í ár slapp eg at avmynda Konni Kass í Miðvági, tá hon fekk virðisløn til Ung listafólk. Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri at geva henni virðislønina fyri árið 2017:

Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longu eyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sín unga aldur. Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara evni eru eyðsýnd. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi tað er at menna tær gávur, ið eru falnar einum í lut, og hvussu tað loysir seg at gera sær ómak í yrkisligu tilgongdini. Fyrst fór hon á tónlistaskúla í Svøríki, síðan setti hon sjøtul á yrkisleiðina sum oddakvinna í egnum bólki. Saman við bólkinum hevur Konni ment sín egna stíl, har allir tættir hanga saman: rødd, lagsmíð, tekstir, ljóðmynd, framførsla, myndir, grafikkur, klæði og rørslur. Miðvísa arbeiðið hevur vunnið Konni og bólkinum viðurkenning bæði í Føroyum og uttanlands. Í 2017 var hon tríggjar konsertferðir í Evropa. Harumframt hevur bólkurin spælt á fleiri festivalum í Norðurlondum og Evropa, og fyri framman standa uppaftur fleiri framførslur. Konni Kass var kosin ársins nýggja navn á “FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum” í fjør. Rósta debutútgávan Haphe kom út á plátufelagnum Tutl í 2016, og Konni og bólkurin eru longu farin í gongd við næstu útgávuna. Fyri miðvísa, listaliga og evnaríka arbeiðið fær Konni Kass heiðurin Ungt listafólk 2017.