21.3.18

Navnið spillir alt


Seinastu dagarnar havi eg javnan hoyrt um JAVNA í miðlunum. Í gjár og aftur í morgun hugsaði eg, at hetta var nýggja navnið hjá Meginfelag teirra brekaðu. Visti, at felagsskapurin, MBF, hevði skift navn og samleika. Men afturvið kaffinum út á dagin, rendi eg meg í eitt runt, klipt veggjamerki, ið stóð eftir sum MEGD. Fyrsta eg hugsaði var #metoo rørslan, ME AND GOD, og síðan at lata nýggja navnið spæla upp móti mótsætta týdninginum, ÓMEGD.


Seinastu mongu árini eru heilt nógv, ið hava skift navn og samleika. Eg haldi avgjørt ikki at boðskapurin er tíðarrættari og kemur BETRI ígjøgnum blinkstrandi larmin á øllum nýggjum pallum. Tí hvat er mótsetningurin í øllum teim nýskaptu nøvnunum? Tola øll nøvn teirra mótsetning, tá vit lofta við bólti upp eftir vegginum?

Sjálvur eri eg so konservativur, at eg sakni tey góðu gomlu búmerkini hjá Janusi Kamban og øðrum fyri hálvari øld síðan og meir. Tá var ein fólkslig framdrift í føroyskum búmerkjum

Jú, navnið kann spilla alt, um vit bara lurta eftir lýsingastovum, og ikki stoyta okkum á kav í djúpa fólkadýpið, har seiggið hjá nøvnum og búmerkjum verða roynd ár út og ár inn av kønum listafólki.