Skip to main content

Reyðgløðandi ummæli


Best dámar mær, tá ummæli fara beint eftir málinum og tí, ið øsir ummælaran, sum verður drivin av eini eygleiðing, ið er uttan óneyðug fyrilit, sum í roynd og veru púrt einki hava við ummælið at gera.

Tá faklig vitan og djúp indignatión tørna saman í einum reyðgløðandi ummæli.

Tað er laaangt síðan at eg havi lisið eitt fyndugt ummæli í einum føroyskum miðili, sum er soleiðis háttað og andliga borið. Men í dag hendi tað. Dimma hevur eitt tílíkt á prenti.

Tað er Høgni í Jákupsstovu, ið hevur drúgvar framleiðsluroyndir úr miðlaverðini, sum í dag ummælir Faroese Music Awards (FMA), ið miðla- og mentamastodontarnir báðir, grannahúsini Kringvarpið og Norðurlandahúsið, skipaðu fyri saman við Miðlahúsinum.

Gjørdu vertirnir sítt besta, so gjørdu tónleikararnir sítt allarbesta. Tað undirstrikar ummælarin eisini, altso at tónleikararnir gjørdu sítt allarbesta. Men onkuntíð er tað ikki nóg mikið. Og her eri eg so rørandi samdur við ummælaranum. Sum sending, produkt, framleiðsla, var hetta av allari framkomnari leið. Ummælarin er so ítøkiliga kontantur, at hann kókar tiltakið bæði niður og inn í ein grótharðan bótarmola, og fær eittans orð burturúr destillatiónini: katastrofa.

Tað er tað. Meir er ikki at siga. Takk fyri gott ummæli, sum er greitt og náðileyst, men beinrakið fer eftir tí, ið ikki er gott nokk. Tað var FMA sum sjónvarpað tiltak ikki.

Her er orðið, dagsins Dimmuorð: