26.3.18

Zacharias - nýggjur føroyskur filmur


Filmurin “ZACHARIAS”, sum Teitur Árnason hevur leikstjórnað, verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 11. apríl kl 20:00. Í hesum sambandi hevur Teitur skrivað hesar hugleiðingar um høvuðspersónin, Zacharias í Uttarstovu:

Tær fáu ferðirnar eg hitti Zacharias, eftir tað árið ið lítla filmslið okkara var í Fugloy og gjørdi upptøkur til mín fyrsta film ”burturhugur-faroese observations”, spurdi hann meg altíð ein spurning. Hvørja ferð við sínum eyðkenda, góðsliga og spælandi eygnabrá. Hvar upptøkurnar úr Særisurð vóru blivnar av? Eg varnaðist í eygum hansara, at hann visti, at hann rakti okkurt innan í mær: Ta ævigu tvístøðuna ímillum at velja og vraka, tá ið tú fæst við at skapa okkurt. Tað,  sum altíð er so torført.

Tá ið eg fekk deyðsboðini av Zachariasi 21. juli 2016, fór eg beint at leita eftir øllum upptøkunum, ið vit høvdu gjørt av honum úti á hesum fjarskotna plássi tá - stívliga 16 ár frammanundan. Striltið gekst at finna alt hetta gamla tilfarið, og tað leið ímóti jólum, áðrenn skyldfólk at kalla tilvildarliga komu fram á tað í nøkrum køssum úti undir væðingini.

Eg var staddur í Danmark, men fór fyrstu sporini við flogfari til Føroya eftir øllum hesum mongu tímunum við upptøkum, sum eg hevði brúkt so óendaliga nógva tíð uppá at gera beint undan og eftir aldaskiftið 2000.

Á fyrsta bandinum, ið eg fekk upp í hondina, stóð "Zacharias-Særisurð-Juli". Eftir at hava hugt tað ígjøgnum, varnaðist eg alt fyri eitt, at hann hevði havt grein í sínum máli, tá ið hann sóknaðist eftir upptøkunum frá hesum veiðudegi. Her dagaði tilfar undan kavi, sum kanska órættvíst var blivið forsmáað. Og hetta ørkymlaði meg. Fyri onkursvegna at løna honum tað aftur, gjørdi eg tá beinanvegin av at seta meg niður aftur at klippa í øllum hesum gamla tilfeingi. Fyrst veiðubrotið úr Særisurð og síðan í restini av tilfarinum, ið, so við og við sum mánaðirnir gingu, vísti seg at vera fult av virðismiklum løtum, sum vit høvdu fangað við myndatólinum hetta tíðarskeiðið, vit høvdu balst har úti á Fugloynni.

Har var ættavant, minnist eg, at hann hevði lært meg tær ferðirnar, ið vit høvdu staðið uppi á Hálsi og litið oman yvir ta vøkru Skarðsvíkina. Altíð so óalmindiliga bjørt grøn á sumri. Túrurin oman til Særisurð, hetta úrvalda veiðupláss niðri við flidnarendurnar, var væl longri enn í ovaru urðarnar har inni á leiðini, Tjúkkurð og Halalongu. Eisini væl tyngri at taka seg niðanfrá, hilnaðist dagurin minni væl. So tað galt um at duga at heildarmeta um ætt og vindmegi har uppi á Hálsinum. Tók vindurin líkasum í klæðini, so kundi tú líka so væl spara tær sporini alla ta longu leið oman í víkina, tí tá broyttist flogið, og tú fórt ikki at røkka nøkrum lunda. Har ráddi um at finna júst ta røttu løtuna í størri mun enn í øðrum sessum.

Henda dagin høvdu vit júst gingið okkum fram á eina av hesum makligu løtunum har niðri við sjóvarmálan undir Eggini. Og eg kendi týðiliga á morðgíriga gongulagnum á Zachariasi, at okkum var okkurt gott í væntu handan frostsprongda tinnuta grótkneysan, sum hann so fimur lesti seg útum, áðrenn hann kom heilt út í sessin at sita.

Zacharias var ein allahandamaður. Sama gjørdi, hvørjum fólk so enn komu dragandi við og løgdu fram fyri hann í túninum, so fann hann skjótt skil á tí og fekk bøtt og pjøssað tað, so tað aftur riggaði til fulnar. Og soleiðis var við øllum. Maskinur, bilar, el, rør, træ, ja, alt handverk. Eisini jarðarbrúk, veiðu, veður og sjógv visti hann alt um. Í stóran mun heilt sjálvlærdur ella sum útoyggjabúgvi alin upp ímillum kønar hendur. Stórir veðurbardir fingrar og lógvar, sum kendu veruliga virðið í øllum hesum fjølbroytta kunnleika á hesum fjarskotna plássi, har ið sjálvbjargni fyrst og fremst merkti at hóra undan, men eisini meira frælsi. Og eitt, sum eg varnaðist rættiliga skjótt í hesum lítla bygdarsamfelagnum, var, at her mundu vera framsíggin fólk, sum høvdu valt hetta frælsið, ikki til at sæta sær sjálvum og sínum, men til at byggja hjartanemandi, solidariskar skipanir upp fyri øll á plássinum, sum eg ongantíð áður hevði varnast og ongantíð aftur havi sæð nakrastaðni á klótuni - í so reinum og óspiltum líki. Hesum hugburði gekk Zacharias á odda fyri í øllum tí, hann tókst við, og gjørdist ein sonn fyrimynd,  sum hevur havt stóran týdning fyri meg upp ígjøgnum alt mítt vaksna lív.

Óteljandi ferðir reikar hugurin aftur til løtur saman við hesum gávuríka og gávumilda manni, sum tey fáu árini, eg kendi hann, ofta kundi kennast sum ein eyka pápi.

Ikki heilt álvuligur dinglandi niður úr Einingsrók í dupultum kalvalínustubba uppi yvir Torvuni ímillum Gjóturnar. Eitt stað, sum Zacharias kendi væl. Vit vóru farnir eftir havhestaeggum henda dagin, og hann sat við. Knappliga stóð eg niðri í torvuni ímillum deyðasinu og meturhøgar hvannir við míni svørtu spann  lítandi út yvir heimsins besta útsýni, Skarðsvíkina. Ella ta ferðina eg skuldi taka meg upp í Staparók á fyrsta sinni, har ið eingin hevði verið við stong í áravís, og Zacharias, sum lá á báti undir Stapafótinum, legði mær lag á og leiðbeindi meg við rópum heilt upp í sessin.

Ella tann túrin, tá ið vit um dagslok eftir langan dag í Urðini Miklu norðanvert á Fugloynni, og allir vóru komnir í bátin aftur, brádliga mistu skrúvuna á leysamotorinum. Við einum metalliskt hvínandi ljóði reyk hon til botns, í tí vit togaðu í startsnørið. Dimmilundin hevði júst sett seg, so kvirran undir tí krunkasvarta Norðberginum, har vit nú lógu og róku fyri vág og vind fýra mans, tyktist larmandi. Eg hitnaði, sum vera man, beinanvegin um skallan við útlitunum nú at skula rógva ígjøgnum náttina alla ta longu leið aftur til bíggjar, men sissaðist heilt skjótt aftur, í tí eg kveitti yvir á Zacharias, sum uttan at lata við seg koma var farin undir at gera eitt homluband til reiðar at smoyggja árina í. Hann smírdist so smørliga. Fylti munnin við snúsi og bað okkum so um at gera okkum til reiðar at rógva norður um oynna. Hetta fór at taka nakrar tímar. Á tann hátt fingu vit eitt sindur av viðráki seinasta teinin, tá ið eystfallið mentist aftur.

Jú, minnir um Zacharias havi eg mong. Eftir havhestaungum í sjaskveðri á Fugloyarfirði, har hann lærdi meg at snúsa heldur enn at roykja umborð á opnum báti. Heimferð við søkkladnum 6-mannafari úr grind á náttartíð í tungari aldu út um Selnesboðarnar. Summarkvøldini á floti fyri Pøllunum, har ið sjógvurin allur kókaði við stórseiði og upsa. Tá lýstu eyguni upp á gamla skiparanum, sum læt okkum dreingir draga, til sveiggjandi stertarnir raktu bekkirnar í hvørjum rúmi.Tað heystið, hann lærdi meg at fletta. Og ungoksan, hann lovaði mær at skjóta. Og soleidis kundi eg hildið á. Tað, ið vit altíð høvdu saman, var arbeiði og veiðu.

At kalla alt, eg kenni til tey ymisku hondverkini, ið eg havi tikist við í mínum arbeiðslívi, hevur støði í teimum árunum, eg gekk undir liðini á Zachariasi og eygleiddi hann. Og her kann eg eisini nevna tann partin av arbeiðinum, sum snýr seg um etikk og moral. Zacharias var loyalur sum fáur og trúgvur, gav hann tær lyfti um nakað. Eg minnist, fyrstu ferð hann kom niðan til okkara við tveimum krovum, hann vildi lata mær í hoyggingarløn. Ein slík løta, tá ið hesin raski maðurin brestandi kemur á gátt og sleingir krovini frá sær úti í hjallinum, foreldrini gánandi í bakgrundini, brennir seg fasta í dreingjasinnið og goymist sum eitt fjálgt minni. Fáu orðini, ið komu frá honum hetta kvøldið, vóru til mín. So var hann uttandura aftur. Og tað svitaðist heldur ikki, hvørja ferð hann gekk og fjasaðist við okkurt uttanfyri hjá teimum Niðri í Húsi; tað kundi vera at taka upp slakt, ella hann gekk og saltstroyddi seyðarhøvd ella sveið havhestaungar, so var ongantið liðið langt út um nón, áður enn hann stóð uttanfyri í túninum hjá okkum við nøkrum kókum.

Hann legði eisini niður í okkum og vísti í verki, at við ágrýtni komst tú langt, og at vit í felag stóðu sterkari. Hann gav altíð teimum yngru og kanska minni mentu pláss, og eg minnist onkur summur, har ið hann og Emma tóku ímóti onkrum ungum fólki frá høvuðsstaðarøkinum, sum vóru koyrd eitt sindur av sporinum, og fekk tey skjótt aftur beind á rætta kós.

Zacharias fekk ein at kenna seg, sum hoyrdi ein til. Fyri meg, sum kom frá stórplássi og var fremmandur í hesum útoyggjaheimi, sum part av einum ævintýri.

Men har, sum Zacharias veruliga kemur til sín rætt, og sum eg ikki varnaðist, fyrr enn nøkur ár vóru umliðin, og eg eitt kvøldið kom aftur til bíggjar við lítlum filmsliði, var framman fyri einum myndatóli. Ikki var meir hjá mær at gera enn bert at tendra fyri upptøkunum, og so fylti hesin veðurbardi, samanrikni maðurin alt rúmið við søgum sínum, musiskt frambornar á ríkum føroyskum máli.

Tí skal eg enda hendan brockmanslestur við at mæla fólki til at leita sær í Havnar bio ein av døgunum í viku 15 fyri við egnum eygum og oyrum at uppliva Zacharias í sínum essi framman fyri filmslinsuni.

Teitur Árnason, leikstjóri