11.4.18

Alt var betri fyrr - nú er tað ein banki!

Alt var betri fyrr er heitið á aktuella satirusjovinum hjá Pipari og Salt, alias Jákup Veyhe, Sjúrður Skaale og Kim Hansen, tónleikara. Starvsfelagin Rói, sum er skjótur at svara aftur, sigur turt konstaterandi: "Og í dag er tað bara ein banki!" Betri verður tað neyvan.

Hóskvøldið 22. mars sá eg Pipar & Salt Alt var betri fyrr í Norðurlandahúsinum. Fult hús eins og til hinar sýningarnar, so útvið 10.000 fólk hava sæð sjáldsama satirusjovið.

Tær báðar Rebekka, sum er praktikantur og sæst til vinstru í útvarpsgongini niðanfyri, og Rebekka, sum hevði lagt til rættis, høvdu sett Pipar og Salt á skránna í morgunsendingini hjá Útvarpinum í dag. Rudolf Joensen, Kaldbakslærarin og ein av meir enn túsund klaksvíkingum í Havn, sum hann sjálvur sigur, og eg sum ummælandi bloggari, vóru bodnir at ummæla og skifta orð um sjovið.


Fyrsta uppgáva frá Rebekkunum í sendistovuni var at taka samanum, hvat riggaði serliga væl og hvat riggaði minni væl. Helt sjálvur, at besta við Pipari og Salt var tað ideologiskt yvirskipað, yvirhøvur at brýggja seg um at gera og framføra satiru, ið er tikin beint úr heimligum jørðildi, og sum í øllum mentanum er samfelagsliga týdningarmikil, sum ein samtíðarspegil at halda fram fyri fólki, uttan at blíva patetiskur, men at grína og fáa eina góða og hugsunarsama uppliving, ið liggur leingi á. Hinvegin vil eg eisini hefta meg við persónligu interaktiónina millum teir báðar á pallinum og út til áskoðarnar. Fantastiskt at hava nakað, ið øll kunnu flenna eftir í okkara atomiseraða samfelag - sum uppá kommando, bara Jákup og Sjúrður koma á pallin. Monolitiski eindarstaturin er ikki heilt deyður. Pipar og Salt savna tjóðina. Haldi ikki, nakað annað ger tað.

- Hvat riggaði so minni væl, vildi Rebekka hava at vita. Helt, at teir langu rapp sangirnir vóru ov repeterandi stevfastir. Gamaní er tað sereyðkennið fyri rapp, men tað gevur eina møðsama monotoni, sum tíðin gongur. Uppsetingin var eisini nakað einføld, men so er lætt at ferðast um landið við sjovinum.

- Nú ganga somu figurarnar aftur, sum vit hava sæð í áleið tvey ára tíggju. Hvussu rigga teir anno 2018, spyr Rebekka. Fantastiska væl, haldi eg. Serliga Sínum Tindskarð í blommulittum yvirfrakka, sum, tá eingin sær, er farin at dansa og drekka, og eigur eina fjalda øl til Børge. Tíðir broytast, og vit við teimum. Góð satira er altíð í pakt við samtíðina. Skjótt er Tindskarð tó flaknaður og ov konturleysur til satiru. Nýtt og hvast skal alla tíðina til, og hann tolir neyvan eitt menningarlop afturat. Men kanska.

- Merkti mann, at Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe eru blivnir eldri? Nei tað haldi eg ikki. Teir eru í góðum formi og eru okkara einastu satirisku ímyndir av ella úr ”fyri-langt-síðan-landinum”. Vit eldast við teimum, og síggja teir sum ævigt ungar, eins og okkum sjálvi. teir eru jú okkara spegilsmynd uppá gott og ilt.

- Nú vóru onkrir nýggir leiklutir komnir afturat. Teir byrjaðu við tveimum kvinnum, ið gjørdi skemt við kvinnuna anno 2018, mannliga pedagogin, ið skuldi vera í samband við sínar kenslur - hvussu riggaði tað? Eg helt at burkaklæddu kvinnurnar riggaðu heilt væl, tí vit undraðust yvir hesa duldarfullu byrjan, sum við inngangs-timing, ið varð toygd til perfektión, hevði ein boðskap beint til Jógvan Skorheim í Klaksvík. Pedagogin minnist eg ikki.

- So er tað eitt annað, sum teir taka við hvørja ferð, og tað er stríðið millum havnarfólk og bygdafólk. Sýningina, sum Rebekka var til, har flentu fólk í øllum førum nógv. Hvat er tað, sum ger, at fólk framvegis halda tað stríðið vera stuttligt, spyr hon.

Eg haldi, at politikarar gera sítt ýtarsta til, at vit hvønn dag partú skulu verða mint á hesa bygdasligheit, serliga úr Klaksvík, men eisini úr Degi og Viku so seint sum í gjárkvøldið. Tá tað verður tikið fram í satiru, er tað sum ein spegil, vit hyggja í, og sum rakar Klaksvíkingar og teirra politikarar aftur sum ein boomerang. Suðuroyggin hevur lukkast at fáa eitt image sum so afturúrsigld, at skemt um hana verður meira barmhjertugt. Vit taka synd í teimum. Men Klaksvíkingar verða hartaðir - og tað av røttum, haldi eg. Tað er satira. Hon slær aftur og er tann kommentarurin, sum er borin í satiruni. Hon er okkara hugsunarspegil, satiran.

- Hvussu megnaðu Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe teirra leiklutir sum heild? Er tað nakar, ið skaraði framúr? Nakað líka helt eg, men í sangi er Jákup í artistiskum heimsflokki, meðan Sjúrður er í tí triviella og repeterandi rappinum. Tað er ov keðiligt!

- Hvønn meta tit, at Pipar og Salt show'ið vendir sær til? Eg helt, at serliga ung tyktust fangaði, har eg sat. Tey livdu við og flentu hart, nógv harðari enn eg…

At enda - hvør var tykkara yndissena?

Sum tíðarleys slapstick- ella gagsketsj er skótin í Bø tað allar besta. Eisini í hesum føri, tá hann er uppá speed. Men sum satira við satiriskum broddi í pakt við samtíðina, er læknaskrivarin hin besta senan.