13.4.18

Bestu filmar í Evropa


Filmsfelagið fer nú at vísa bestu filmar av nýggja evropiska filmsmarknaðinum. Byrjað verður mikukvøldið 18. apríl kl 20, tá Høgni Djurhuus fer at innleiða hin franska Happy End, sum er nýggjasti filmur hjá eysturríkska filmsleikstjóranum Michael Haneke. Hann er í dag 76 ára gamal og hin seinasti av teim stóru, sum enn er á lívi. Tað heldur Høgni, og hevur tí játtað at innleiða hesa serstøku sýning, har høvuðsleikarar eru fronsku Jean-Louis Trintignant, sum er 87 ára gamal, og Isabelle Huppert, sum bara er 65. Haneke og Huppert hava samstarvað í La Pianiste í 2001, tá tey vunnu fleiri virðislønir, m.a. tríggjar í Cannes fyri besta avrik tað árið.


Annar filmurin í evropisku meistararøðini er hin týski Aus dem Nichts, sum í ár vann Golden Globe virðislønina. Leikstjóri er Faith Akin (f.1973), sum eins og Haneke hevur vunnið fremstu evropisku filmsvirðislønir, millum annað hina gyltu bjørnina í Berlin. Hann er úr Hamburg, men er av turkiskari ætt, sum skilst á navninum. Týska Diana Kruger (f.1976) hevur høvuðsleiklutin, og varð í Cannes kosin besti kvinnulighi leikari fyri júst henda thriller-leiklut.


Triði filmurin í evropisku meistararøðini í Filmsfelagnum í vár er skakandi norski filmurin hjá Erik Poppe Utøya 22. juli. Leikstjórin gjørdi Kongens Nei (2016), sum Filmsfelagið sýndi fyri fullum húsum í fyrrárið. Í nýggja filminum Utøya 22. juli fylgja vit eini fiktivara gentu, Kaja, sum er 18 ár, og leitar eftir systrini. Filmurin er one-take og Breivik fær ongan leiklut.

Tá filmurin varð frumsýndur á høvuðsskránni á filmstevnuni í Berlin í ár, og 1500 altjóða journalistar sóu hann, segði danski Jørgen Kristensen, at hetta var týdningarmesti filmur í ár. Hann er fyrrverandi stjóri í Scanbox og er nú eftirløntur. Fáur hevur sum Jørgen royndir at velja film, sum hóskar seg til ymsar marknaðir og biografar. Hóast eftirløntur, skrivar hann sonevndar screening rapportir fyri átjan biografar. Ein teirra er Havnar Bio. Í góðum samstarvsanda hevur biografurin givið Filmsfelagnum innlit í screening rapportina og estimatið til biografin, at sýna filmin ella ikki. Orðini frá Jørgen Kristensen eru soljóðandi:
På sit niveau er Utøya 22 juli en af de mest vellykkede film i sin genre. Det er ikke en dokumentarfilm, men kunne være det. Karaktererne er fiktion, men bygger på brudstykker af de overlevendes beretninger. Alle kender baggrunden. Anders Breivik bringer først en bombe til eksplosion i regeringsgaden i Oslo. Siden følger et rædselsvækkende forløb, hvor unge socialdemokrater på ferielejr på den lille ø Utøya i Oslo fjorden i løbet af 72 minutter skydes ned - nærmest som kaniner i bur. Utøya 22. juli er lavet i 1:1 fiktionelt format. Vi oplever ikke - som med de fleste film - historien set udefra, men oplevet i øjenhøjde - indefra. Lidt ligesom med Sauls Søn, der vandt en Oscar for bedste fremmedsprogede film, for et par år siden. Da var den en KZ-lejr, oplevet indefra. Et genialt greb i historien er, at vi aldrig ser Anders Breivik - ja, han nævnes end ikke i filmens eftertekster som andet end en "34-årig højreekstremist fra Oslo". Filmens omdrejningspunkt er pigen Kaja, der - da helvedet bryder løs - leder efter sin lillesøster Emilie. Skyderiet på Utøya varede 72 minutter - helvedet i filmen varer 72 minutter. De unge (og vi som tilskuere) ved ikke, hvad der sker. Anders Breivik er gået i land iført politiuniform - og vi oplever helt tæt på de unges paranoia, forbløffelse og galopperende angst - efterhånden som skuddene falder fra alle hjørner af øen, hvor de unge forsøger at gemme sig i skovbunden eller vandkanten. Det er hård kost. Utøya 22. juli er en film, det er svær at se uden at få tårer i øjnene. Man har næsten svært ved at tro, det er unge skuespillere - eller castet til rollerne - der gennemspiller forløbet. Så autentisk og livagtigt virker det. Når 2018 er forbi, vil Utøya 22. juli fremstå som en af årets vigtigste. Den har selvfølgelig en helt klar nationalhistorisk betydning for Norge, hvor den vil sætte dybe spor, men den er samtidig en aktuel reference til skoleskyderierne, der næsten hver uge finder sted i USA. Estimat: Det er selvfølgelig svært at gisne om, hvor mange der har lyst til at betale 80 - 100 kroner for halvanden time i helvede - men ingen lades uberørt af filmen, der mange steder er hjerteskærende. Derfor er det vigtigt at vise den. Desuden - det er årets nemmeste film til skoleforestillinger. Den burde være pensum i de øverste folkeskoleklasser - og i gymnasiet.


Fjórði filmurin í evropisku meistararøðini í Filmsfelagnum er hin finski Ókendur hermaður (Tuntematon sotilas 2017). Hetta er best umtókti filmur í finskum biografum beint nú. Leikstjórin Aku Louhimies (f.1968) hevur eins og tveir undan honum gjørt filmin við støði í kendu skaldsøguni hjá Väinö Linna (1920-1992) frá 1954. Hetta er sostatt triði finski filmur, sum er gjørdur úr somu innlendsku søgu,"Tuntematon sotilas". Hinir filmarnir eru frá 1955 (Edvin Laine) og 1985 (Rauni Mollberg). Nú er høvið at síggja oftast filmaða og best dámda finska filmin í Filmsfelagnum mitt í Havn - ein krígsfilmur við natúrligum ljósi og donskum undirteksti!


Fimti filmurin í evropisku meistararøðini er The Islands and the Whales hjá skotska Mike Day, sum Filmsfelagið frumsýndi í Havnar Bio í fyrrárið. Nú hevur filmurin verið sýndur úti í heimi, og vit spyrja leikstjóran, hvussu móttøkan hevur verið. - Er fokus enn á blóðið í føroyskum grindadrápi, ella hevur filmurin megnað at flyta kjakið, sum fyrr hevur elvt til boykott av Føroyum og føroyskum vørum, til nýggj og almenn viðurskifti, ið røkka longur enn tað, vit síggja?

Væl møtt til eitt virkið vár í Filmsfelagnum, har tey alt árið elska film!