Skip to main content

Meludia á føroyskum


Tað var ein fegin Sunleif Rasmussen, sum í dag kundi vísa á Meludia á føroyskum. Kunngjørt varð úr Mentamálaráðnum seinrapartin, at Føroyar hava gjørt ein trý ára samstarvssáttmála við franska netmiðilin Meludiasum er eitt amboð at læra tónleik við. Fleiri enn 600 royndir eru í tónleikaskipanini, sum Nám hevur samskipað. Ísak Sambleben hevur umsett og Sámal Matras Kristiansen hevur rættlisið. Her síggjast frá vinstru Sunleif Rasmussen, tónaskald og ambassadørur fyri Meludia, Eyðun Gaard, stjóri í Námi, Kevin Kleinmann, forseti í Meludia, Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, Hanna Jensen, løgtingskvinna og franskur konsul, og Bastien Sannac, stovnari og forstjóri í Meludia.


Øll tjóðin, tað er fleiri enn 50.000 íbúgvar, og øll tey, sum vitja í Føroyum, fáa ókeypis atgongd til Meludia á netinum í trý ár. Meludia er ein web applikatión, eitt amboð, sum øll kunnu brúka, at fáa eina grundleggjandi tónleikafatan, bara tú hevur eina teldu, sum er íbundin. Skipanin er hin fyrsta at geva eina heildarfatan av tónleiki á føroyskum.


Tá tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, varnaðist Meludia og tann týdning, skipanin kundi fáa í føroyskari tónleikalæru, setti hann seg straks í samband við løgmansskrivstovuna. Saman við Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum, og Honnu Jensen, løgtingskvinnu, fekk Sunleif skipanina týdda og setta í verk.


Sunleif, sum er ambassadørur fyri Meludia í Føroyum, sigur, at ”Meludia, sum er fyri bæði leik og lærd, er at læra tónleikamálið gjøgnum spæl. Meludia er fyri nýbyrjarar og professionellar tónleikarar, og alt harímillum.”


Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, sigur, at ”Endamálið við Meludia er at læra børn og vaksin ein tónleikaførleika, sum lærir okkum at lesa, skriva og skilja tónleikin. Akkurát á sama hátt sum at duga at lesa, skriva og tala eitt tungumál. Mítt ynski er at bjóða øllum føroyingum at vera vælkomin inn í tónleikin!”

Hanna Jensen, løgtingslimur og franskur konsul, sigur, at “Tað besta er, at Meludia nú er á føroyskum, og alt fólkið í landi okkara fær atgongd til amboðið!”


Í sambandi við at Meludia verður kunngjørd á føroyskum í dag, vitja starvsfólk av Meludiaskrivstovuni í París í Føroyum í eina viku. Tey fara at siga frá um skipanina í fólkaskúlum, Musikkskúlanum, á Fróðskaparsetrinum, á røktarheimum og sjúkrahúsum. Eisini fara tey at vitja mentalt handikappaðar tónleikarar og børn við autismu. Ætlanin við rundferðini er at varpa ljós á tónleikafatan, bæði í røkt og í skúla.

Forstjórin í Meludia, Bastien Sannac, er við í ferðalagnum. Hann sigur, at tey eru ómetaliga fegin um, at tað hevur eydnast ambassadørinum, Sunleif Rasmussen, at fáa Meludia til Føroya. At Sunleif eisini er altjóða viðurkent tónaskald, fer á einastandandi hátt at hjálpa Meludia at gera vart við tann týdning, sum tónleikalæra hevur fyri okkum øll, sigur Bastien Sannac, stjóri í Meludia. Her sæst hann saman við Honnu Jensen.


Meludia heldur til á skrivstovu í franska høvuðsstaðnum París. Har byrjaði virksemið í 2012. Meludia hevur fingið virðislønir, so sum gullvirðislønina í 2014 á áltjóða Concours Lépine fyri at seta í verk, og slapp í endaumfarið í nýhugsan á The South by Southwest festivalinum í Austin, Texas í 2015. Føroyar eru fjórða land at geva øllum íbúgvum atgongd til skipanina. Kostnaðurin fyri hvørt av trimum árum er 138.000 krónur. Her greiðir Sunleif Rasmussen frá stigunum í Meludia skipanini.


Úti í heimi eru fleiri stovnar, orkestur og lærarar, ið hava tikið Meludia til sín. Teirra millum er Curtis Institute of Music, El Sistema skipanin og professarar á MIT í Boston, og á Sorbonne í París. Millum nøvn, ið stuðla Meludia, eru Nicola Benedetti, Joseph Calleja, Leonard Elschenbroich, Thomas Hampson, duettin Igudesman og Joo, Julian Rachlin og Linus Roth. Her síggjast Kevin Kleinmann, fremst fyri, og Bastien Sannac, aftanfyri, á tíðindafundi í Mentamálaráðnum í dag.


Tað var franska tónaskaldið og námsfrøðingurin, Vincent Chaintrier, ið eftir 25 ára gransking menti Meludia-metoduna. Tað sjáldsama er, at hann setur saman ymsar tankar og mátar at læra tónleik, m.a. frá Orff, Willems, Dalcroze, Kodály og Martenot, eins og nýggjar royndir úr kognitivari vísind.
Næmingurin, ella brúkarin, fær eina stigvísa fatan av tónleiki og at lurta eftir honum. Netskipanin Meludia er samvirkin, stigvís og stuttlig at brúka. Her greiðir Kevin Kleinmann frá um skipanina og royndir av Malta, sum hann er serliga fegin um.


Fleiri lond hava tikið Meludia til sín. Í 2015 varð avtala gjørd við stjórnina í Estlandi, so øll folk í landinum fingu atgongd til skipanina. Í 2016 varð trý ára avtala gjørd við stjórnina í Malta, so øll har í landinum fingu atgongd til Meludia. Í 2017 bjóðaði Calgary Philharmonic øllum í Kanada, tað er útvið 40 milliónum, fría atgongd til Meludia. Hetta er størsta átak í øllum heiminum, tá umræður at fáa ókeypis tónleikafatan út til fólkið.