5.4.18

Nær er ein fjølmiðil ikki longur ein fjølmiðil og ein kirkja ikki longur ein kirkja?


Gamlir menn og konur hava tað fyri, at siga, at alt var betri fyrr. Tá tey so eru liðug at greina teirra egnu tíðarbornu fortreffeligheitir, fara uppaftur eldri fólk at gera burtur av sær við rættingum og stigbendingum, sum eru annarleiðis enn hjá teim næstelstu. Og so spleysa tey allar yngstu alt av við at sløkkja fyri tí kollektivt akkumuleraða gamlamannaminninum og ganga egnar leiðir, sum bara eru til innvortis brúk.

Soleiðis fer tíðin við øllum.

In medias res, mitt í hendingunum, hava altíð verið korini og avbjóðingarnar hjá miðlunum, talgildir ella ikki. At lýsa og aktualisera hendingar beint nú, og draga lurtaran við, ikki bara teg sum einstakling, men øll samstundis, fjøldina, tí hetta er týdningarmikið fyri samfelagið, og gevur tær okkurt at tosa um afturvið kaffinum á arbeiðsplássinum í morgin, ella úr egnari sofu við allan heimin beinanvegin á Facebook, langt innan løgtingsval er komið í ljósmála. Tað er substansurin í einum fjølmiðli. Meiningin og miðlingin til fjøldina, og hvussu best hepnast at fáa hesi viðurskifti at verða snoðin í eitt, uttan kuril á tráðnum.

Hvussu er og ikki, so er miðlalandslagið so mikið broytt bara í mínari tíð, at í kvøld skipaði alt fakfelagið hjá landsins miðlafólkum fyri almannafundi um landsins miðlar, alt meðan einasti almannamiðil sendir nýggjastu sjónvarps- og kjaksendingina hjá Heina í Skorini um átrúnað Gud signi Føroyar. So illa varð signað, at sjálvt undansendingin Dagur & Vika slapp ikki í luftina.


Miðlafólkini kundu tó byrja at stroyma til ásettu tíð á Facebook til okkum øll.

Snobens fyri public service.


Margmiðlasamfelagið brilljerar samstundis við at frumsýna nýggjasta Spielbergfilmin The Post, sum úr loyniligum skjølum í 1971 lýsir Vjetnamkríggið í Washington Post og New York Times, altso ein prekvelfilmur til All The President’s Men (Pakula 1976), ið heldur fram við Watergategøluni árið eftir. Og sum ein feykkrúlla roynir óstortsligi amerikanski forsetin, Donald Trump, at nýdefinera hugmyndina av ljósareyða stórfílinum í blásmekra glasrúminum, bara fyri at seta seg sjálvan í fokus og sleppa at smildra okkurt hevdvunnið í øllum heimsins miðlum. Just for the fake of it.

Valið er títt og alheimurin er stroymdur í títt tún, har øll hevdvunnin ýti eru burtur.

Men eg velji Føroyar og okkara óstroymda almannamiðil, Kringvarpið, tá hann endiliga kemur í gongd við ongari Degi & Viku.


Giti, at Gud signi Føroyar eru sendingarnar, ið hava savnað flest fólk í nýggjari føroyskari miðlasøgu. Hvussu nógv fakfelagsfólkini og biografurin savnaðu í kvøld veit eg ikki, tí eg valdi tey frá. Samanborið við sendingina í almannavarpinum vóru tey í mínum hugaheimi púra uttan týdning.
Hóast almannavarpið varð meint rakt av tekniskum trupulleikum.


Mótpolarnir í stramt komponeraðu kirkjusøguni vóru Bergur Debes Joensen, sóknarprestur á Argjum, og Anne Mette Greve Klementsen, sóknarprestur í Fuglafirði. Eitt gott val við góðum kryddi frá Marjuni Bæk og Humanistafelagnum á fundi á einum Klaksvíkslofti við Palestinaflaggi á vegginum. Og so klipp til forbøn undir tinghúsinum ein leygardag á Vaglinum í fjør. Lýsingar, ið vísa, hvussu sjálvfylgilig tey fólkakirkjukristnu og øll onnur patentkristnu halda seg sjálvi vera í almenna føroyska maktrúminum, har einki er, sorry, heilagt. Alt fyri maktina. Hina heilagu maktina. Og aftur síggja vit LGBT-rørsluna sum eitt varisligt prik til sjálvbestaltaða kristindómin, sum eisini vil á verðsligt ting fyri løn og fundarpening. Og so ein kanning um bøn ymsastaðni í landinum.


Men sum miðlaprodukt og avviklað sending var hetta kanska hin seinasta bastiónin, ið fall.

Í støðugt tíðarforskjótandi miðlalandslagnum, har alt kann stroymast og gloymast, er eingin kjarni longur í nakrari hending ella meining.

Monolitiska radiofonitíðin í mono á amplitudemillumbylgju við Niels Juel og teimum er langtsíðan farin, og alt er atomiserað, lagt út til smáfólkið at hoyra og forvalta, meðan tey renna í fjøllunum og hoyra í oyrunum - tá tey vilja, og um tey nakrantíð vilja hoyra nakað sum helst. Í hvussu er ikki tað sama sum hini.

Podcast kalla egosentrikarnir stundum hetta fyribrigdi.

At billa sær inn at hava so stórt ræði á miðlunum, at tú velur teir til tín, tá tú hevur ein ótamdan tørv at fáa teir í oyrað. Fjøldin er blivin einstaklingurin og fjølmiðilin, ja hann hevur mist sítt berattigilsi sum sendistøð til øll í senn, tí eingin hyggur og lurtar í senn. Í-senn-samfelagið er burtur og horvið. Kittið, sum fyrr fekk samfelagið og almenna meiningsdannilsið at hanga saman, er molnað og losnað.

Tað sannførdi hesin bjarti sóldagur meg um.

Ikki tí at nýggjasta sendingin hjá Heina er verri enn hinar, men tí at føroyska miðlaliðið valdi at síggja burtur frá einum týðandi miðlaprodukti í samtíðini, og yvirtrumfa við einum fólkafundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Samstundis. Gud viti, hvat tey fingu burturúr.

Men kvøldsendingin í Kringvarpinum, sum onkur hevði biðið so ilt um, at hon næstan ikki fekst í gongd, var ein guddómlig lýsing av public service kirkjuni, sum í royndini at fevna alt-fyri-øllum-uppá-eingang, er komin í split við seg sjálva. Er molnað sum kittið í miðlunum, kirkjan fyri fólkið.

Kanska er tað eitt gott líknilsi eisini, molnaða kittið.

Tí tað eigur at losna millum land og kirkju, er tesan eg siti eftir við. Ikki bara hjá summum, men hjá øllum. Tað er líka sum við veiðirættindum.

Í kirkjum og samkomum eiga prestar og prestinnur at hava somu sálarligu veiðirættindi í kóri og flóri. Gudsforvaltarar eiga allir at verða settir líka. At reka kirkju er ein guddómlig uppistandskommedia fyri øll. Tað er víst, at alt annað er órættvíst.

Antin eiga øll at fá lut í gudspengum úr skattaposanum, ella eingin. Alt annað er eisini ógudiligt. Púra ógudiligt. Og ein sonn kirkja eigur ikki at lata seg mutra av verðsligum mammon. Tað ger fólkakirkjan. Tí er hon hin ógudiligasta av øllum kirkjum. Pengakirkjan er rættara navnið, so leingi knýtið, sum týðuliga er hitt seinasta kittið, heldur fram við hina heilagu almennu skattaskipanina.

Takk fyri enn eina hugvekjandi sending!