13.4.18

Ærtjógv úr Villingadali


So er hann aftur í Havn við sól og tjógvi, Levi Joensen, kjøtkennarin úr Klaksvík undir søluskýlinum í Vágsbotni. Tað er fríggjadagur hin trettandi apríl og hann hongur eitt ærtjógv úr Villingadali á vektkrókin. Tekur muddin fram og freistar meg við eini smakkroynd.


Nýklipur hjá Marini, kann eg ikki annað enn kenna angan av góðari glarfitismarmorering og smakkin av búnum myrkum eksotiskum kjøti úr norðasta haga í landinum. - Hetta er ikki úr mínum haga, skundar hann sær at siga, fyri at blíðka Esmar Sørensen, bónda, sum eisini átti tjógvið, eg keypti á sama stað í fjør. Hetta er frá Esmari, sigur Levi.


Og so er lærusetningurin við kennarapultin gott og minni gott kjøt. Hann peikar mær á fylluna, sum eigur at vera í góða tjónum, samanborið við minni góða tjógvið, har eingin fylla tykist vera innan undir upp móti hondtakinum, sum havnarmenn siga. Giti tað er músabitin, sum Robert Joensen sigur í Seyðabókini. Eitt lítið poetiskt navn, men er tað, sum mýsnar fyrst løgdu eftir, altso tað feitasta og besta. Umframt músabitan nevnir Robert Joensen eisini keisaraeygað, konubitan og pávaeygað, sum eru í skerpitjógvi um smørsinuna, sum er knæskelin á seyði.


So verður vigað og borgað. Aftur í ár eru báðir partar nøgdir. Ein góður biti á rugbreyðið, sum skal verða frá Bakaranum á Skála og ongum øðrum og tað óskorðið, við góðum smøri undir og grovum salti á. So er fyrsti góði várdagur bjargaður, hóast hann enn eitir fríggjadagur hin trettandi.