12.4.18

Zacharias fyri fullum húsum


Nýggi heimildarfilmurin "Zacharias" varð sýndur fyri fullari biohøll í Filmsfelagnum í gjárkvøldið. Ole Wich tók myndina. Nógv fólk úr Fugloy, kona Zacharias og øll systkin hansara, sum eru á lívi, vóru møtt. Ættarfólk og tey, ið stuðlaðu filmsgerðini hjá Teiti vóru eisini møtt. Ein frálík løta við einum hugvekjandi frásøgumanni á útoyggj, fangaður og goymdur á filmi.


Formaðurin í Filmsfelagnum heilsaði Teiti og teim møttu m.a. við hesum orðum:

Vælkomin til frumsýning við ”Zacharias” sambært Teiti her í Filmsfelagnum. Eg havi hug at knýta ”Zacharias” og filmin um hann, til tað, sum sálarfrøðingar og terapeutar av ymsum slag, kalla mindfulness. Kontemplativt mindfullness. Tað var í árinum 2000 at filmsliðið hjá Teiti savnaðist úti í Hattarvík at gera upptøkur til filmin “Burturhugur”. Filmurin varð frumsýndur á Listastevnu Føroya, sum tá var í Norðurlandahúsinum og úti um landið. Ein av serliga sterku senunum eg minnist var, tá lestur varð lisin í kirkjuni, og so er klipp til kommunumannin, sum borar ein stein, ið hann skal klúgva. Útgangsorðini eru, at í Fugloy stendur gudsorðið meitlað í stein, gerandisstein. Mest fantastiska klipp frá eini senu til eina aðra, eg havi sæð í føroyskum filmi. Persónurin Zacharias er eina portrettmyndin av sjey í tí dokumentarfilminum. Teitur – sum situr har afturi – sigur, at síðan Zacharias doyði í 2016, hevur okkurt eggjað honum til at leita aftur til allar teir mongu tímarnar við upptøkum, sum tey tá gjørdu við hesum karismatiska, gamla bóndanum har úti í Fugloy. Filmurin”Zacharias” er sostatt fyrsti føroyski filmur, sum er ein spin-off framleiðsla, hjáveiða og nýtt úrslit úr einum øðrum filmi. Teitur sigur, at ”Vit fylgdu Zachariasi langt tíðarskeið í hansara hóvliga, lítillátna og spakføra gerandisdegi. Bæði í gaman og álvara. Í hesi nýggju vangamyndini av honum, sum vit nú hava fingið klipt saman og snøggað, hava vit nýtt oynna og øll gerandismál hansara harúti sum lørift,” sigur Teitur, og heldur fram: ”Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd”, sigur Teitur og leggur afturat: ”Tá ið seinasta myndin av Zachariasi er rullað um løriftið, stendur andsøgnin til okkara nútíðar acceleratiónssamfelag so krystalklárt eftir og darrar í myrkrinum. Við hesum filmi vilja vit lýsa frið yvir mannin og fagna hesum týdningarmikla persóni, sum vit einaferð hittu á leið okkara.” Vælkomin til mindfulness í Fugloy á føroyskum filmi!

Eftir væleydnaðu sýningini fingu leikstjórin, Teitur Árnason, samskiparin, Árni Dahl, og tónleikarin, Kári Sverrison blómutyssi frá Havnar Bio og Filmsfelagnum.


So var afterparty í Panamé á Vaglinum, har Kunningarstovan í Havn var fyrr.


Filmsfelagið sýnir HAPPY END hjá Peter Haneke um eina viku mikudagin 18. apríl kl 20, tá Høgni Djurhuus fer at innleiða.


Væl møtt í Filmsfelagnum, har tey elska at síggja film - í felag!

ZACHARIAS (Teitur Árnason 2018 65 min)