4.5.18

Elsa Súsanna innleiðir ”Utøya”


Ole Wich tók myndin úr fullsetta Filmsfelagnum í gjárkvøldið, tá Elsa Súsanna Dalsgaard á nemandi hátt innleiddi sýningina við nýggja norska ungdómsfilminum Utøya 22. juli (Erik Poppe 2017). Elsa Súsanna hevur í mong ár verið operasangari í Oslo. Nú er hon flutt aftur til Føroya.

Havnar Bio heldur fram at vísa filmin Utøya 22. juli, sum altjóða ummælarar siga vera hin týdningarmesta í ár. 

Utøya 22. juli varð fyrstu ferð sýndur á filmstevnuni í Berlin í februar í ár, har filmurin var í høvuðskappingini. 1500 journalistar og filmsummælarar úr øllum heiminum vóru møttir til sýningina. Eftir sýningina gav Screen International Utøya besta skoðsmál: 

"It’s unlikely there will be a more harrowing or heart-breaking film at the Berlinale, or any film festival this year, than Norwegian director Erik Poppe’s real-time, single-take recreation of the slaughter of 77 people, including many teenagers, on the Norwegian island of Utøya on July 22, 2011." 

Eisini norskir miðlar, teirra millum NRK og Aftenbladet, hava givið skakandi ungdómsfilminum besta ummæli.

Vit hava einki filmseftirlit longur, men í Danmark, har filmurin varð frumsýndur samstundis, er Utøya 22. juli loyvdur at sýna fólki, sum eru 15 ár og eldri.


Næsti filmur í Filmsfelagnum er hin finski Ókendur hermaður (Aku Louhimies FIN 2017 132 min). Hetta er best umtókti filmur í finskum biografum beint nú. 

Leikstjórin Aku Louhimies (f.1968) hevur gjørt filmin við støði í kendu skaldsøguni hjá Väinö Linna (1920-1992) frá 1954 við sama navni. 

Ókendur hermaður er um kríggið millum Finnland og Russland frá 1941-1944, Framhaldskríggið, tá finnar gingu saman við Týsklandi at vinna mistar landspartar sum Karelia aftur frá Sovjettrusslandi. Hetta er triði finski filmur, sum er gjørdur úr somu søgu um ókenda hermannin,"Tuntematon sotilas". Hinir filmarnir eru frá 1955 (Edvin Laine) og 1985 (Rauni Mollberg). 

Týsdagin 15. mai er høvið at síggja oftast filmaða og best dámda finska filmin í Filmsfelagnum mitt í Havn - ein krígsfilmur við natúrligum ljósi og donskum undirteksti. Filmar í felag, tað er Filmsfelagið!