Skip to main content

Enn er krút í gamlamannafilmum í Cannes



Aktuella plakatin fyri filmstevnuna, sum á 71. sinni er í Cannes í hesum døgum, tekur støði í franska filminum Pierrot le Fou, sum nýbylgjumeistarin Jean-Luc Godard gjørdi í 1965. Hann er enn frammi, 87 ára gamli Godard, sum á heimasíðuni hjá filmstevnuni í Cannes er endurgivin soleiðis:


Seinastu tvey árini hevur søguligi leikstjórin, Jean-Luc Godard, verið í ymsum arabiskum londum, so sum Tunesia, at gera filmin Le livre d'image, Myndabókin. Sagt verður, at filmurin er ein rannsakan av nýggja arabiska heiminum. Upprunaliga, tað vil siga í trýssunum, var styrkin hjá Godard at gera marxistiskt-kveiktan film, sum altíð var í andsøgn við Hollywood og ráðandi rákið. Hin eins revsandi amerikanski Spike Lee (f.1957) er eisini við í høvuðsskránni í dag, har hann vísur BlacKkKlansman, sum byggir á krimiskaldsøgu um Ku Klux Klan. 


Í ár er eisini vert at hefta seg við, at Netflix er blakað út úr Cannes. - Films- og sjónvarpsrøðir eru ídnaður, biograffilmur er skaldskapur, segði stevnuleiðarin Thierry Frémaux, nú filmstevnan byrjaði í Cannes í gjár og heldur á til 19. mai. Tað merkir at filmar sum Roma (Alfonso Cuarón), They'll love me when I'm Dead (Morgan Neville), Hold the Dark (Jeremy Saulnier), seinasti filmurin hjá stórmeistaranum Orson Welles The Other Side of the Wind, og ikki minst Norway, sum hin víðagitni bretski filmsleikstjórin Paul Greengrass hevur gjørt við støði í Utøya, ikki verða vístir í Cannes. Í Norway spælir Anders Danielsen Lie hin ónevniliga Breivik, sum onnur bara kalla ABB, og Jon Øigarden er Geir Lippestad. Norway, sum ikki verður vístur í Cannes, er tí settur á skránna Alla sálnadag 2. november.


Avstralska Cate Blanchett er dómsnevndarformaður í almennu kappingini í Cannes ár. Tveir aðrir dómsnevndarlimir, sum skulu taka støðu til teir 21 filmarnar í høvuðskappingini, eru kanadiski Denis Villeneuve og russiski Andrej Zvjagintsev, sum fólk kenna úr Filmsfelagnum. Teir 21 filmarnir í høvuðskappingini eru:

Todos lo saben, Spania (Asghar Farhadi)
Yomeddine, Egyptaland (A.B. Shawky)
Leto, Russland (Kirill Serebrennikov)
Plaire, aimer et courir vite, Frakland (Christophe Honoré)
Cold War, Pólland (Pawel Pawlikowski)
Le livre d'image, Frakland (Jean-Luc Godard)
Ash is Purest White, Kina (Jia Zhang-Ke)
Les filles du soleil, Frakland (Eva Husson)
Three Faces, Iran (Jafar Panahi)
Lazzaro felice, Italia (Alice Rohrwacher)
Shoplifters, Japan (Hirokazu Kore-eda)
Asako I & II, Japan (Ryûsuke Hamaguchi)
BlacKkKlansman, USA (Spike Lee)
En guerre, Frakland (Stéphane Brizé)
Under the Silver Lake, USA (David Robert Mitchell)
Burning, Suðurkorea (Lee Chang-Dong)
Dogman, Italia (Matteo Garrone)
Capharnaüm, Libanon (Nadine Labaki)
Un couteau dans le Coeur, Frakland (Yann Gonzalez)
Ayka, Kasakstan (Sergei Dvortsevoy)
The Wild Pear Tree, Turkaland (Nuri Bilge Ceylan)


Uttan at vera við í kapping, synir danski Lars von Trier ræðufilmin The House That Jack Built, sum Filmsfelagið ætlar at vísa í november. Endafilmur í hesi kappingarleysu Cannesskrá er The Man Who Killed Don Quixote, sum Monty Python maðurin Terry Gilliam hevur arbeitt við í mong Harrans ár. - Nú verður tað, sigur hann.

Umframt filmin hjá Lars von Trier, er av norðurlendskum áhuga vert at leggja til merkis, at norski Joachim Trier er dómsnevndarformaður í altjóða filmsummælara nevndini. Har vísa tey íslendska filmin Kona fer í stríð (Benedikt Erlingsson).

Undir heitinum Special screenings sýnir Wim Wenders ein film um pávan, sum hann kallar: Papst Franziskus - Ein Mann seines Wortes.