16.5.18

Frítt at gera útvarp


Nú hevur Kringvarpið varnast, at tað livir í og við einum marknaði. Hurrá, soleiðis má og skal tað vera. Ein so stórur miðil í so lítlum landi skal sansa marknaðin. Og ikki minni vísa í verki, at hann hevur fatað hesa sansing og er í korrelatión, í takføri, í synch og hvat tey marknaðarstrategisku við sosiologisku orðabókini kunnu finna uppá at kalla tað, sum bara merkir, at tú hevur nakað uppá hjartað, og dugir at bera tað fram við staying power og innan ein avtalaðan útvarpskarm.

Men at fyrsta útspælið er hard core nýggjheitsjournalistiskt á aktualitetsdeildini, hevði eg ikki væntað. Eg hevði væntað at byrjað varð við einum bleytari starti við mentan og einum snerti av undirhaldi afturvið. Men gott er.

Hetta er í veruleikanum ein vátur dreymur, sum eg havi havt alla ta tíð, eg tímdi at gera útvarp, í eini trý-fýra áratíggju.

Fantastiskt, at latið verður upp fyri hesum sjálvsagda møguleika, og at eitt varisligt framleiðsluumhvørvi kann sleppa at næla uttanfyri Kringvarpið, men í redaktionellari nærveru.

Góða eydnu, bæði tit, sum bjóða út, og skulu liva við ivasomum yrkisføri, persónsmensku og veitingartrygd, sum sagt verður í søguligu lýsingini, og tit, sum fara at søkja og geva góð boð um nýskapandi aktualitetssendingar - góða eydnu!

At fleiri kunnu hugsast at verða um boðið, sæst í afturlatna Facebookbólkinum Miðlafólk, sum telur 198 nokkso kvalifiseraðar røddir.

Hetta er smidligasta framlop í føroyskari útvarpsframleiðslu, eg kann koma í tankar um. Og í allari óbeskeðinheit skal eg siga, at tað er ikki so lítið. Enn einaferð - góða eydnu!

Her er lýsingin