Skip to main content

Japanskur filmur um tjóvska familju bestur í Cannes


Japanski leikstjórin Hirokazu Kore-eda (f.1962) vann í gjárkvøldið Gylta Pálmin í Cannes fyri filmin Manbiki kazoku, sum á enskum kallast Shoplifters, og snýr seg um eina smákriminella familju, sum stjelur í handlum til dagin og vegin, men eisini tekur eitt barn av gøtuni til fosturs. Á Filmsdøgum í Felag í fjør vísti Filmsfelagið hin stillføra og empatiska filmin hjá sama leikstjóra Eftir harðveðrið (2016).

Amerikanski Spike Lee fekk Grand Prix virðislønina fyri BlacKkKlansman, ein fýrakantað amerikansk komedia frá sjeytiárunum, sum Per Juul Carlsen frá Danmarks Radio sigur. Umframt 30.000 fakfólk vóru 5000 journalistar í Cannes.

Cate Blanchett var dómsnevndarformaður í almennu kappingarskránni. Ein eyka virðisløn, Special Palme d’Or, fór til 87 ára gamla franska leikstjóran Jean-Luc Godard, sum í ár sýndi filmin Myndabókin. Um leikstjóran segði Cate Blanchett, at hann er ein "cinematic artist who is continually striving to define and re-define what cinema can be.”

Virðisløn sum besti leikstjóri í høvuðskappingini fekk pólski Pawel Pawlikowski fyri filmin Cold War. Besti mannligi filmsleikari var Marcello Fonte í Dogman og besti kvinnuligi filmsleikari var Samal Yeslyamova í Ayka. Dómsnevndarvirðislønin fór til libanesisku Nadine Labaki fyri filmin Capharnaüm. Besta handrit áttu tvey, Alice Rohrwacher (Lazzaro felice) og Jafar Panahi (Three Faces). Gylt kamera, Camera d'Or, fyri fyrsta filmin, fór til Lucas Dhont fyri Girl.

Tríggir norðurlendskir filmar gjørdu vart við seg í Cannes í ár. Lars von Trier sýndi nýggja horror- og hópdrápsmannafilmin The House that Jack Built, sum Filmsfelagið fer at sýna í november í ár. Við í kappingum vóru svenski Gräns (Ali Abbasi), sum vann Un Certain Regard virðislønina, og íslendski Kona fer í stríð (Benedikt Erligsson), sum vann eina av Critic's week ummælaravirðislønunum. Camera Film, sum Filmsfelagið samstarvar við, hevur longu undan filmstevnuni í Cannes keypt rættindini at vísa hesar báðar filmarnar. Tí verða teir báðir helst vístir á okkara leiðum eisini.

Besta ummæli í altjóða filmspressuni fekk suðurkoreanski Burning (Chang-dong Lee), sum byggir á eina Murakami søgu. Hóast høgt mettur, fekk hann bara altjóða ummælaravirðislønina.

Myndin omanfyri er pressumynd frá Cannes. Cate Blanchett  hevur júst handað japanska leikstjóranum Hirokazu Kore-eda Gylta Pálmin. Niðanfyri er stillmynd úr vinnandi filminum Manbiki kazoku, sum á enskum kallast Shoplifters.