12.5.18

Randi og barndómsins litir


Persónliga leitandi yvirskriftin hjá 41 ára gomlu Randi Samsonsen er In Search of Lost Colours, nú hon sýnir fram tóvirkislist og grafikk í Steinprenti frá í dag og fram til 23. juni.


Fyrsta eg varnist, er at hon hevur sett ein hvítan vegg upp fyri trappuna til grafiska verkstaðin í erva, so framsýningarrúmið verður ein reinari flati, og alt, sum vanliga stendur undir trappuni, ikki órógvar framsýningina, hvussu prangandi ella minimalistisk hon er.


Annan vegin merkir tað, at súlurnar mitt á gólvinum hava mist livandi skapið, tí tær eru bygdar inni, men hinvegin merkir tað, at ein eyka hvítur bakveggur spyrst burturúr, har til ber at siga frá um aktuellu framsýningina og vísa nýggj prent úr verksmiðjuni.


Fríða Matras Brekku, sum saman við Jan Hartvig Andersson rekur grafiska verkstaðin og gallaríið Steinprent á Skálatrøð í Havn, bjóðaði vælkomin til framsýningina, ið savnaði nógv fólk henda góðveðursdag.


Síðan setti Jan Hartivg Andersson framsýningina og greiddi frá, hvussu alt varð vorðið til í hølunum, ið hava broytt skap og lit, sæð í mun til tær framsýningar, sum fyrr hava verið.


Hóast navnið ikki kom til fyrr enn tíggju ár seinni her niðri á Skálatrøð, so byrjaði Steinprent uppi í Listasavni Føroya í 1999. Tá Steinprent í fjør fekk Heiðursgávu Landsins varð nevnt, at grafiski verkstaðurin er kendur sum eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. - Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki. Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum, segði Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum í fjør. Eg kann bara nikka. Fríða og Jan, og Magnus eisini, bera enn hesa siðvenju og professionalismu víðari. Við fleiri hjálparfólkum, sjávandi. Í dag vóru tey Kinna Poulsen, sum hevur kunnað um framsýningina, og Jón Sonni Jensen, sum hevur hjálpt til at hanga upp.


Men tað var Randi, vit vóru komin at hitta og síggja, og hvat hon heilt nágreiniliga vil við hesi framsýning, In Search of Lost Colours, sum er hannara fyrsta egna í Føroyum. Jú, har er hon, beint fyri linsuni á miðjum gólvi í rúminum, sum til høvið hevur fingið ein bleytan brúnleittan dám yvir brúna gólvinum.


So gongur kjakið lívligt millum vinkonur, familju og gallerígestir annars. Randi er prátingarsom og greiðir frá um lutir, tøkni, litir og orð, sum onkrum kunnu tykjast torskild. List er ikki bara avbjóðingar á veggi ella gólvi, list er eisini samskifti.


Litirnir eru teir, sum listakvinnan minnist úr egnum heimi á Aarhusleiðini og hjá familju í Havn í uppvøkstrinum, og at litirnir sínamillum samskifta um og kring júst hesi minni, ið gerast afturlitir, ið hava ávirkað hana tá og kanska varandi, segði Randi í fínari samrøðu við Leiv Thomsen um tað taktila og at verða sveipað í tekstil síðan føðing, í vikuskiftissendingini í besta útvarpinum, eg lurti eftir. Frálíkt við góðum mentareportasjum, sum bara koma soleiðis óvæntaðar, men stundvísar, so tú ert fyrireikaður at síggja og uppliva.


Í innbjóðingini frá Steinprenti verður sagt, at In Search of Lost Colours er ein serstøk framsýning, har høvuðstøknin er tóvirki. Hon bindur, heklar og seymar klæði, sum verða stúvað við fyllu, formað og sett upp sum rúmlig listaverk. Men Randi sýnir eisini fram egin prent, sum hon hevur gjørt í Steinprenti júst til hesa framsýningina.


- Hetta er fyrsta føroyska serframsýningin hjá Randi Samsonsen, sum heldur ikki hevur gjørt steinprent áður. Kortini er grafiska tøknin henni als ikki ókend, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til í fleiri umførum, sigur Kinna Poulsen undan framsýningini, sum er konseptuel, framsýningin altso. - Tí bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøðið. Tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu heiminum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn.


Randi er sannførd um, at menniskjað frá barnsbeini er vælsignað við framúrskarandi eginleikum at sansa sítt umhvørvi. - Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum, og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum, og síggja fyri okkum alt tað upplivaða, antin tað er tapetið við litríkum fiskum á vesinum hjá vinkonuni og teimum - har luktaði av onkrari ávísari sápu. Hjá hinari vinkonuni verður angin úr køkinum av sterkum Earl Grey sambundin við mjúka bláa linoleum’inum á køksgólvinum, og heima var kenslan ljósabrún og eitt sindur hvøss av hesjantapetinum í stovuni, sigur Kinna um listakvinnuna og hennara framsýning.


- Hugsa vit víðari, ber til at eyðmerkja sjálvt smáar staklutir, litir og luktir í barndómsins stovum og køkum, fyri ikki at tala um vindfang og gongir, har man ofta stóð og bíðaði sum barn, sigur Kinna í sambandi við framsýningina.


- Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen. Seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við minnum um lit, litminnum. Vísindaliga hevur hon granskað fotomyndir í familjualbummum, og hevur burtur úr hesum savnum gjørt litkort og notur, sum aftur eru støðið, sum tekstilverk og prent byggja á, sigur Kinna Poulsen um framsýningina í Steinprenti.


Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional, eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum, sigur Kinna. - Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum, bæði sum íblástur og sum fatanargrundarlag.


Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið. Hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan summi hava ein hvassari flata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið, tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýta hugasambond til brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast, heldur Kinna Poulsen.

Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon er Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012, og starvast umframt sítt listayrki, eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum, og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands: Traditionsbrud í Hobro í 2081, IsThisKnit í Keypmannahavn í 2017 og Aguille en Feté í Paris, og Our Arctic Future í Berlin í 2015. Her sæst Randi saman við meistarliga fotografinum Alan Brockie.


Framsýningin hjá Randi Samsonsen, In Search of Lost Colours, sæst í Steinprenti til 23. juni. Ikki tí, Randi síggi eg hvønn dag. Hon hevur heklað ein gulan tekopp, sum eg brúki at leggja lykilin í, og so hanga hann um luftventilin á radiatorinum í gongini. Takk fyri, Randi!