2.6.18

A Star is Born


Midnáttartíman á Mentanarnáttini í Havnar kirkju varð ein nýggj stjørna fødd í mínum huga. Tá hugsi eg ikki um triðju og nýggju upptøkuna við Lady Gaga av filmsklassikaranum frá 1937, sum eg í dag havi tikið bloggnavnið frá. Nei, tað er 27 ára gamli Trygvi Danielsen við listafólkanavninum Silvurdrongur.


Saman við bólkinum Hettarher hevði Silvurdrongur valt sálm nummar 370, sum er hin kendi Gakk tú tryggur eftir Hans Andrias Djurhus við lagnum hjá Jógvani av Lakjuni.


Men framførslan var ikki soleiðis beint fram, so sum vit kenna barnasangin úr gulbjarta morgunskúlanum, men eisini av ormafongda moldbakkanum, meðan borið verður. Ljóðsins ljós verður kastað í allar ættir og drigið inn úr øllum herðashornum. Løtan, sum vardi knappan tíma, var meditativ, fyrst sitandi við afturlatnum eygum, varisliga við kenda lagnum.


Standandi fór Silvurdrongur so í stillføra resiterandi ringrás við úrvaldum orðum, orðasangi, sum undirheitið á nýkomna yrkingasavninum hjá Silvurdrongi er, ið spjadd seta fokus á grundsteinar í sálminum, elementini, peika inneftir og úteftir, og so heilsanir til eksalteraðan sálmasang úr amerikansku Suðurstatunum, og so ein dystandi inn- og útvendur einrøðuleikur við Faðir vár, ið neyvan hevur verið togtogað og framførd intensari framman fyri kirkuliðnum í Havnar kirkju. Og so ein barnamonologur. Fantastiskt. Einki meir, einki minni. Andreas Tykjær Restorff spældi cello, Torleik Mortensen kontrabass og pápin, Gudmund Mortensen, kirkjuorgul. Allir, eisini Silvurdrongur við pultin, spældu elektronisk fingratól og ljóðføri við innløgdum sekventeraðum klangum og eina løtu heljardjúpum bassi. Ljóðteknikarin, sum eisini var ein berandi kraft, var Theodor Kapnas.


Dagin fyri Mentanarnáttina var Silvurdrongur á gátt við nýggja yrkingasavninum silvurbók. Alt er við lítlum, eisini undirheitið, sum er orðasangur, ið han sigur mær vera kinesiska heitið fyri tað fyribrigdi, sum vit á okkara leiðum kalla yrking. Tað er orðasangur. Han gevur mær bókina, og vísur á silvurskriftina, hann hevur sett á allar kápurnar við teim 111 prentaðu síðunum, sum aftur bindur í filmin, sum í ár vann Geytan, og víst verður til við kotu, eins og tónleik, inni í bakpermuni. Orðasangur, sum fer um øll mørk, og tó djúpt bundin og grafiskt gróðursettur í Havnini, sum Johan Hot Mortensen, tá hann í 1972 gav út Libido, og letur okkum ganga oman og niðan eftir gøtuni, og inngangurin, sum er ein heiðurskrýnsla av Høgna Djurhuus og hansara bestu klummum, og aftanfyri øllum hómast kanska eitt varisligt umhvarv av býarfelagnum Tóroddi, men eisini stílurin hjá danska Dan Turell, tá vit við resiterandi rútmum, ið eg ikki kalli rapp men resitatión, førførir okkum um torg og stræti í býnum, upp og niður gjøgnum rullurtrappur, inn í sálarbotn og vendir orðini í einum kendum sangi til misnøgdsælu. Unikt og beinrakið, stuttligt og álvarsamt, føroyskt og verðinsborgarligt, alt um eina natúrliga leið í øllum miðlum. Markleyst og makaleyst.



Tað er liggjandi summarmjørki í Havn. Her er urtagarðurin hjá Jónu og Høgna í grannahúsinum og seinrapartssýnið oman á Kampingplássið og út á fjørðin, sum ikki sæst. Tað er fyrsti juni í Havn.


Kári Svensson ger klárt til málningaframsýning í hølunum hjá Öström. Hurðin er opin út møti Sigmundargøtu, har vøruvognurin við øllum málningum frá verkstaðnum á Velbastað stendur.


Óli Jacobsen er aftur í ár á skránni við eini forvitnisligari ferð í gamla Kirkjugarði undir Svínaryggi. Veðrið er av tí fagrasta og fleiri fólk er møtt at hoyra spennandi lívssøgurnar um tey deyðu í Havn.


Í vakra kirkjugarðinum er tað ein sjáldsom uppliving at síggja ikki bara nøvn, men eisini tey starvsheiti, sum tá hin deyði er grivin og fyri eftirtíðina, hava havt týdning fyri tey eftirsitandi. Umframt lærarar og onnur borgarlig heiti, síggja vit í garðinum vakra minnið um ein kioskeigara og ein trúðboða.


Og nú vit eru í holtur við trúboðarar ein mentanardag í Havn, so má gamli Sloan eisini sleppa við á bloggin.

So er tað við tann spentar ál niðan í Kringvarpið í Sortudíki, har tey hava opið hús, og sýna fram alt tað nýggja, sum lurtarin og hyggjarin í øllum aldri, serliga tey yngru, kunnu vænta sær. Jensina Olsen og Gudmundur Helmsdal hála meg afturum húsini, alt tað tøkniliga og avmálda parkeringsplássið. Fyrst síggja vit henda steinin ímillum trøðini.


Og so eru blómur, tyggigummballónir og tjøld, sum í góðveðrinum eru karmarnir um Pipp Papp Hey.




Inni í stóru upptøkustovuni stendur Jonna Fritsdóttir Mortensen, sum varar av barnasendingini Vinus og Vimús, og Kári Sólstein, sum hevur sett seg við borðið. Alt er frammi og opið hjá tí vitjandi at síggja.


Og so er tað hin meira enn tvífaldi Milliónagekkurin, sum skal dragast um eina løtu. Í dag vita vit, at eingin vann, so nú er hann tríggjar attraktivar milliónir.


Redaktørur á Degi og Viku er Uni Leitistein Hansen, sum vísur mær runt í allari kringvarpstøknini, steðgar við eitt kamera, og so fara vit út í gongina, har Ingálvur enn hongur á vegginum.


Men, hov, er hatta ikki hann í Pipari og Salt, Jákup Veyhe? Jú, mín sann er tað hann, sum stendur á svalanum og bíðar til hann sleppur á skránna, sum er laiv, beinleiðis.


Við nýskrivaðum pappíri í hondini, ørkini eru fleiri, kanska ein hálvur tími ella meir, kemur Jákup niður trappurnar og upp á improviseraða pallin í høllini, sum hevur fingið góðan akustikk og hýsir framsýning hjá Tummas Jákupi Thomsen.


Við einum nýggjum kapitili úr Mórugøtu hevur Jákup alla forsamlingina í hondini, ella á tunguni, hvussu man nú skal siga í einum útvarpi. Tí effektin er bara røddin og so tónleikabrotið, eyðkennislagið úr Mórugøtu, sum onkuntíð kemur inn í søguna og liggur undir á avtalaðum støðum. Og øll lurta við, eisini øll tey, sum sita úti um landið. Hetta er fantastiskt útvarp.


So er setanin klokka seks niðri í gamla kommunuskúlagarðinum, har Býráðið og Tórshavnar kommuna hevur havt høvuðssæti í mong ár. Sissal Kampmann, mentamiðlari, setti Mentanarnáttina í Havn í ár. Sjálv er hon úr Vestmanna og nevndi eitt sindur speiandi, at hon var annað bygdafólkið, sum á rað varð biðið um at seta henda hátíðardag í høvuðsstaðnum. 


Serliga hugvekjandi var røðan hjá Sissal, tí hon nevndi støðini Mimir og Kondittarríið, sum bæði eru farin og afturlatin. Alt var betri fyrr, helt ikki bara Sissal, men eisini Heðin, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, og Tórbjørn Jacobsen, núverandi borgarstjóri í Runavík.


So spældi harmoniorkestrið GHM aftur í garðinum og eg fangaði starvsfelagan Heina Nygaard og so Hjørleif Hjaltalin við hansara lið.


Seinasta myndin av Mentanarnáttini í dagsljósi er av Finni Koba í Fish and Chips túninum. Finnur er aktuellur við einum nýggjum sangi Hyde saman við Pall Finnur Páll. Teir halda summarfrí heilt Summarfestivalurin verður, sigur Finnur. Takk fyri hesu ferð!