15.6.18

Evstamark í agurkutíð upp undir hundadagar


Ongantíð hava bløðini verið óaktuellari enn nú. Í dag høvdu hvørki av bløðunum høvuðssøguna, sum var at Kringvarpsstjórin hevði lagt frá sær og starvsfólkaumboðið í Kringvarpsstýrinum tók við. Og hvussu kundu tey tað? Bæði bløðini hava evstamark so langt undan kiosksøluni, at tað gevur onga aktualitetsberandi meining longur at selja so fáar pappírsavísir á einum so avmarkaðum marknaði sum tí føroyska, og so slettis ikki, um føroyska blaðið in quo skal flytast til útlond at prentast, og so flytast aftur til landið, har tey tosa talaða prentmálið, at verða borðið út og har sett til sølu á kjakmarknaðinum. Evstamark er eitt útholað hugtak, sum ikki longur er bundið at tíðindaflutningi og livandi samfelagskjaki, men heldur behagiligheitsprinsippum hjá onkrum fjarum íleggjara, so tað veruliga ikki longur gevur meining at hava aktualitetsbløð á føroyskum papíri. Um nakar skuldi ivast, so eru tað pappírsleysu samtíðarmiðlarnir, ið hava vunnið, tí teir hava 'kempað seg fram til eitt berattigilsi í føroyska miðlalandslagnum', sum ein journalistur segði við diskin í Mylnuni, tá eg sum vant keypti tey bæði føroysku bløðini eitt hóskvøld aftaná Dag og Viku. Og so minti journalisturin meg á ta gomlu sannkenningina úr Útvarpinum: "Eg vóni ikki at triði verðaldarbardagi byrjar í vikuskiftinum. Tí so hoyra vit ikki um hann fyrr enn mánadagin. Men kanska er tað íbygda meiningin, at eingin skal hoyra um tað vesentliga fyrr enn aftaná. Tað hevði verið alt ov ópraktiskt at fingið alt upp at gartera eitt hóskvøld í Føroyum!"