5.6.18

Russisk vinarvitjan


Danska grundlógardagin og pápadagin kom russiska fýramastraða barkskipið Крузенштерн ella Kruzenštern á Havnina at vitja Faroe Ship. Ikki kann sigast annað, enn at vitjanin uppá dagin sementerar og endaliga staðfestir føroyskt-russiska vinarlagið, sum sjálvt høgravongurin í politisku skipanini og frambrúsandi vinnulívið tekur undir við, eingin nevndur eingin gloymdur. Vit lata myndina við russiska flagginum á barkhekkuni og Føroya fremsta og sterkasta brandi á russiska marknaðinum standa eina løtu, ikki minst fyri at arga danska ES-fólkatingið, og minna tey á, at vit duga eisini at skapa altjóða sambond, hóast onkur eru nakað skurvut, her út í Norðuratlantshavi.


Stásiliga skipið, sum Pressarin trýstir á pláss, er millum tey størstu, ið enn sigla og ikki eru eftirgjørdar krússkútur úr nýggjari marglætistíð. Tað varð bygt á Joh. C. Tecklenborg-skipasmiðjuni í Wesermünde, sum í dag er Bremerhaven, í 1926. Stápilavløbsdagur, sum tey enn siga á Skála, var 24. juni hetta árið.


Árið eftir at Norðlýsið, sum varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju, varð latið Uvak í 1945, legði Sovjetsamveldið hald á týska Padua og gav tí krígsendurgjaldsnavnið Kruzenštern við heimstaði í Riga, síðan 1981 í Tallinn og frá 1991 í Kaliningrad. Omanfyri siglur Norðlýsið á fjørðinum saman við Kruzenštern. Niðanfyri hómast Pressarin og longst til høgru sæst Enniberg.


Upprunaligi ánarin í 1926 var skipafelagið Ferdinand Laeisz í Hamburg, sum bygdi eina røð av Flying P-Linern, har øll skipini skuldu byrjað við P. Tí fekk hetta barkskipið navnið Padua og hini vóru Pamir og Passat. Fyrsta ferðin hjá Padua var úr Hamburg til Talcahuano í Kili og vardi 87 dagar.



Kruzenštern, sum í dag er skúlaskip við heimstaði í Kaliningrad, er 114,5 metrar langt og stingur 6,3 metrar. Fer danska fólkatingið ikki at leggja halda á russiska skipið í føroysku vinarhavnini, sum er framman fyri Vónini í Havn og Hospitalið við reyðu krossunum, tað er trúgv, vón og russiskur kærleiki, so fer Kruzenštern avstað aftur í morgin.