26.7.18

Mike Day í uppskoti at fáa Emmy virðisløn


Mike Day, sum fyrr í ár fekk Ársins Andøvsfisk frá Filmsfelagnum, er nú í uppskoti at fáa Emmy virðislønina í bólkinum "Outstanding Science and Technology Documentary" fyri heimildarfilmin The Islands and the Whales, m.a. í kapping við Last Men in Aleppo, sum varð vístur á "Filmsdøgum í Felag" í fjør. Tað boðar virðislønarnevndin frá í tíðindaskrivi í dag. Endaliga Emmy-handanin verður mánadagin 1. oktober í hølunum Jazz at Lincoln Center’s Frederick P. Rose Hall hjá Time Warner við Columbus Circle í New York City, har fleiri enn túsund sjónvarps- og tíðindafólk longu hava boðað frá luttøku.


The Islands and the Whales, sum Mike Day tók upp í Føroyum frá 2011 til 2014, varð frumsýndur í Filmsfelagnum 9. august í 2016. Filmurin fekk fyrr í ár eina Peabody virðisløn. Myndirnar eru frá sunnudegnum 27. mai í ár, tá filmurin varð sýndur í Havnar Bio. Eftir sýningina handaði Filmsfelagið virðislønina Ársins Andøvsfiskur, sum Grindamannafelagið stuðlaði við 5000 krónum.