Skip to main content

Nógvar meiningar um Lykke-Per


Fyri fulsettari høll sýndi Filmsfelagið í gjár Lykke-Per í Havnar Bio, sum Bille August hevur gjørt til drúgvan film eftir søguni hjá Henrik Pontoppidan, sum varir útvið tríggjar tímar, filmurin altso. Dorthe Pedersen, lektari á Glasi, innleiddi sýningina m.a. við hesum orðum:

- Í undirvísingini í donskum eru tað serliga stuttsøgurnar í stuttsøgusavninum, “Fra Hytterne” (frá 1887), sum dentur verður lagdur á. Her kemur eyðkenda, speiska forteljararøddin veruliga til sjóndar. Pontoppidan leggur ikki fingrarnar ímillum, hann vísir týðiliga sína vreiðu yvir ómenniskjaligu korini, serliga fátøku bøndirnar í Danmark liva undir. Hann langar serstakliga út eftir kirkjuni og prestunum, sum misnýta sína samfelagsstøðu og lata tey veikastu í samfelagnum svíða undir hesum. Og hetta er fyrsta spírin til sosialrealismuna. Eins og kritiska røddin mótvegis kristindóminum fylgir eisini naturalistiska menniskjafatanin Pontoppidan í øllum verkunum. Menningarlæran hjá Darwin hevur fest seg væl í Pontoppidan. Tankin um, at menniskjað er ein serlig gudgivin vera verður vrakað. Ístaðin kemur hugsanin um, at menniskjað er tengd at sínum uppruna, ja, faktiskt ikki kann leysríva seg frá honum...Hesi evni gera seg avgjørt eisini galdandi í “Lykke-Per”, sum av fyrstani tíð útkom í 8 bókum í tíðarskeiðnum, 1898-1904. Hetta verkið er væl øðrvísi enn eitt nú “Fra Hytterne”. Vit fylgja einum høvuðspersóni, og staðið er serstakliga stórbýurin, Keypmannahavn. Eisini spæla viðurskiftini millum kynini ein nógv størri leiklut enn í fyrru verkunum. Tað er lætt at kenna aftur rithøvundin í høvuðspersóninum, Per (Peter Andreas) Sidenius, sum hesin ungi og framfýsni bygdadrongurin eitur. Hann er eisini prestasonur úr myrka Jyllandi, fer til stóra Keypmannahavn fyri at lesa verkfrøði og ger alt fyri at leggja sín barndóm og uppruna aftur um seg. Men hetta verk er nógv meira enn ein sjálvsævisøga. Per Sidenius er ein mynd uppá tað modernaða menniskja. Hansara vilji og ynski um at verða ein slóðbrótari, at verða ein sum stingur upp úr fjøldini, eitt geni, avspeglar møguleikarnar og trupulleikarnar, sum eisini vit kenna aftur í okkara seinmodernaða samfelag. Sum yvirskriftin á eini grein í Information frá í dag ljóðar: “I Lykke-Pers søgen efter sig selv, finder vi næsten hele det seneste århundredes samfundsudvikling”.

Kendi filmsummælarin, Bo Green Jensen, skrivar í Weekendavísini, at “Bille August er tilbage i terrænet fra Pelle Erobreren og Marie Krøyer...Det klæder ham at være tilbage. Lykke-Per er stor og gammeldags. Rolig i kernen, forsvarligt funderet og klar i sin klassiske æstetik.”

Púra samdur við BGJ, at her er ein klassiskur filmur, sum verður fortaldur beint fram, enntá við undirteksti, sum mær dámdi allar best í biografinum. Og so tá tey bæði, blokeraði prestasonurin Lykke-Per og frígjørda jødadótturin Jakobe, í hesum eklatanta stættar- og religiónsdrama fyrstu ferð møtast í einum heitum kossi í trappunum. Av øllum bókmentarligum og filmiskum upp- og niðurgangsstøðum fer senan sjálvandi fram í einum trappum, sum ikki eru ólíkar ríkmannaborgini hjá Bergman í Fanny og Alexander (1982).


Í donsku bløðunum í dag er tað bara Henrik Queitsch á Ekstrablaðnum, sum dregur Katrine Greis-Rosenthal fram sum “den helt fortryllende og nærmest egnleagtige Jakobe”. Umframt hana sum okkara fremsti eygleiðari av figurinum Lykke-Per, er Ole Lemmeke serliga hugtakandi sum pengamaðurin Delft, ið alla tíðin fylgir Lykke-Per við einum betrivitandi og kátum eygnabráði. Í heilatikið er søgugongdin í filminum meinlík fyrra meistaraverkinum hjá Bille August, Pelle Erobreren (1987) sum bygdi á stættarsøguna hjá Martin Andersen Nexø.


Hin kendi danski filmsummælarin, sum skrivar fyri avísir, er Kim Skotte á Politiken. Hann er fegin um høvuðsleikaran, sum er trúverdigur: “Portrættet af Per er en kompleks affære, og Esben Smed med den sammenbidte udstråling gør den splittede himmelstormer troværdig.” Ummælarin hjá Jyllands-Posten, Katrine Somme Boysen, hevur fatur á sama enda, tá hon skrivar at Esben Smed í leiklutinum sum Lykke-Per “veksler ubesværet mellem det kåde og det alvorlige, det indestængte og det frigjorte og formår at ramme figurens kompleksitet i en grad, så man aldrig i løbet af filmens knap tre timers varighed mister interessen for ham.”

Men Lone Nikolajsen á Informatión er ikki nøgd við filmin. Hon heldur at “Nobelpristageren Henrik Pontoppidans hovedværk ’Lykke-Per’ får fladmast sit plot i oscarvinderen Bille Augusts filmatisering, der fokuserer på kærlighedsdramaet frem for kulturhistorien.”

Filmurin heldur fram í Havnar Bio, har frumsýning er í kvøld klokkan sjey.