24.8.18

Tá Gerhard varð lúnsjaður í Losjuni


Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi.


Samstundis sum danski prinsurin kom til Føroya at vitja heimsins bestu statistar, sum í sjálvum sær kundi verið ein søga í nýggja svarta Høgnasavninum, kom høvundurin, sum hann kallar seg í sekstan tekstum, inn á gólvið á arbeiðsplássinum við einum gávueintaki av bókini, ið ber intertekstuella heitið "Slepp tær til heiti fani".


Yvirskriftin á dagsins bloggi er tikin úr fyrsta tekstinum, Aftur og Framsókn, ið er um ganska almindeligar livibreyðspolitikarar, sum skifta flokk, og heitið á bókini er frá høvundanum sjálvum, tá hann í seinasta teksti bankar á dyrnar hjá bannandi prædikumanninum í Sittitjørkj, sum helst er vaksin upp í minstu brøðrasamkomu í landinum, og sjálvur fer at banna, tá eingin svarar. Høvundurin altso. Meðalvarpingin er úr Grillbarrini hjá Símin á jútjúb.

Tað marginaliseraða menniskjað er kjarnin í tekstunum hjá Høgna. Ikki bara hvat sum helst menniskja, men fyrst og fremst við klangbotni í høvundanum sjálvum, og síðan ein eyðmerkt nútíðarlagna úr kjøti og blóði, sum enn er okkara millum. Eisini tá tey eru farin um hundrað, sum í tekstinum Einsamallur eftir.

Bókin er sekstan tekstir, sum Høgni fyrr hevur havt á prenti í 141ára gomlu Dimmu, men sum nú eru stimbraðir, sum hann sigur um transformeraðu blaðtekstirnar, ið nú eru komnir út í bók. Ikki bara sum parantesir við turrisligum redaktørviðmerkingum úr fyrndini við bókstavinum hjá honum ella henni, ið rættaði og greiddi gøtuna hjá lesaranum at tilogna sær viktiga informasjón, so hann ella hon kundi verða ein upplýstur og nyttugur borgari, sum fyrr var sjónliga uppgávan hjá fjórða statsvaldinum. Í dag sæst hon sjáldan í teksti, uppgávan hjá fjórða statsvaldinum. Eitt teksligt framlop var tó at finna, tá Dimma fann uppá formatið langlesnaður. Hóast onnur hava leverað fyrr, Dorit, Marita og Silvurdrongur til dømis, so er tað í dag bara Leif, ið røkir uppgávuna í gamla blaðnum, sum kemur einaferð um vikuna. Ofta við hepni, meir enn so.


Høvuðsevnið í tekstasavninum hjá Høgna, sum Astrid Andreasen hevur myndprýtt við svørt-hvítum tematekningum, er "tað kontráriga menniskja í Føroyum". Tað kontráriga menniskjað, sigur Høgni, og eg havi ongan trupulleika at skilja orðið, hóast eg ikki havi sæð tað á skrift áður. Heldur ikki Sittitjørkj og jútjúb, sum eg royndi meg við omanfyri. Aftur ein ábending um, at tað mesta ber til á føroyskum, haldi eg. Í tey trý áratíggju, eg gjørdi sendingar, eisini um nakað so rangvørgt sum hvítan blús úr Bretlandi, rendi eg meg ongantíð í nakað orð ella hugtak, sum ikki kundi sigast við føroyskar lurtarar, onkuntíð við referansum úr hevdvunnu bókahillunum.


Alt síðan eg prátaði við Høgna fyri meir enn tíggju árum síðan, og hann kom í skúlabókina Fjølmiðlar í 2007, havi eg havt ta fatan, at fremsta uppáhald hansara er at ganga í front fyri móðurmálinum. Ein hvessing og dagføring av móðurmálinum hjá forvitna dronginum, sum Theodor ivaleyst hevði við sær, tá hann í fyrndini skrivaði um tara, krabba og fisk úr fjørðuni við Gjógv, men bara flutt fram til okkara dagar og krúddað við jarðarinnar salti og aðrari øði, serliga tá ein ikki er á Facebook. Tað skapar eina ótrúliga øði, ikki at vera á Facebook.

Men lesnaðurin verður ørkymlaður av, at dagfestingar og upprunaopnan úr Dimmu ikki sæst fyri mínum infomanisku eygum. Eg kann ikki lesa ein tekst ella hyggja at einum filmi, uttan eg veit alt um ytra karmin, hvar sást hetta fyrst og hvussu var formatið?

Tí havi eg trupult við at lesa endurprentaðar tekstir, sum fyrr vóru bloggar ella klummur í øðrum miðlum. At flyta ein tekst úr einum miðili í annan, er altíð ein avbjóðing.

Eg leiti í Dimmu á netinum við einum teksti sum dømi, Er keisarin nakin?, at finna eitt fastapunkt, so eg síggi hvat er stimbrað. Men hetta er talgilda bókasvarið:


Spyrji Høgna, um stimbraðu greinarnar eru stroknar úr Dimmu og bara tøkar í bók. Hann játtar og sigur, at tær skuldu ikki verið tøkar á Dimmu longur, tí hann hevur biðið um at fáa hasar greinirnar burtur av netinum. - Eg havi sagt við tey, at eg vil helst sleppa undan at hava eina aðra versjón av tekstinum á netinum, tí eg havi arbeitt so nógv við tekstunum til útgávuna; serliga málsliga, sigur Høgni.

Eg lesi víðari og gloymi ytru karmarnar. Teksturin er lukkutíð aloftast so hugfangandi, at eg gloymi alt annað enn sjálvan tekstin, so smittandi er hann, tá hann er bestur. Nakað av somu smittandi skrivigleði, sum tá hon er allarbest, sást í fyrru bókini Fractura nasi. Tað var ein fulltreffari av teim sjáldsomu. Men so góður tekstur í prentaðum bløðum, sum vit enn rópa avísir, tað er ein rár avbjóðing, sum bara fá fáa høvi at bera. Millum teirra er Høgni hin fremsti.

Til lukku við nýggja tekstasavninum!