Skip to main content

Beistið av Jersey


Eftir at hava skipað fyri Filmsdøgum í Felag, har kvinnur á filmi vóru tema, fer Filmsfelagið nú at vísa spildurnýggja filmin Beast, sum fer fram á Ermarsundsoynni Jersey, har 100.000 fólk búgva.

Beast er ein bretsk nøtrisøga um 27 ára gomlu Moll, sum enn býr hjá varnu foreldrunum á oynni Jersey. Hon møtir frælslynta Pascal og ein nýggjur heimur letur seg upp. Hon kennir seg livandi sum aldri áður. Tey flyta saman, men tá løgreglan pikkar á dyrnar kemur hon eftir, at kanska er hann hópdrápsmaður. Hvussu langt vil hon fara, treytaleyst at verja hann? Hvør er verri beist, hann ella hon?


Beast er fyrsti biograffilmur í fullari longd hjá Michael Pearce. Hann er føddur á Jersey í 1981, hevur lisið film og leikstjórn í Bournemouth og fiction direction á National Film & Television School. Her sæst leikstjórin Michael Pearce saman við Jessie Buckley, sum er Moll.


Filmstíðarritið CineVue skrivar, at fyrsti biograffilmurin hjá Michael Pearce “marks out its director as one of the most intriguing new talents in British filmmaking.”

Danski ummælarin Søren Vinterberg gevur besta ummæli í Politiken. Hann sigur at ”filmen er en landskabeligt smuk og psykologisk begavet undersøgelse af helt almene fænomener som angst og begær, kontrol og vildskab, normalitetet og afvigelse, uskyld og skyld.”

Ein av mest kritisku filmsummælarum, Peter Bradshaw, gevur eisini besta ummæli í The Guardian. Hann sigur, at leikstjórin Michael Pearce “gives us a carefully crafted dramatic setup, an intriguingly curated selection of suspects for the crime and all of it building to a fascinating, finely balanced ambiguity in the movie’s climactic stages.”

Mark Kermode, sum ummælir film fyri The Observer, nemur við breiddina í filminum, tá umræður sjangru: "Certainly, there’s a subversive European flavour to Pearce’s ambitious Brit-pic that keeps us guessing about its characters’ motives as it slides between genres (melodrama, crime thriller, beastly chiller) with ease."

Danski filmsútleigarin, Angel Film, sigur, at "Beast er spækket med mordgåder, fantastiske billeder og fremragende skuespil!"


Filmurin Beast er ikki bara ein nøtrisøga, men helst tað nærmasta tú kemur einum ræðufilmi í biografmyrkrinum í Føroyum í heyst.

Beast verður sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið 26. september kl 20. Atgongumerkjasølan er byrjað á netinum og við skivuna í heimabiografinum, sum er Havnar Bio.