1.9.18

God's Own Country ein perla í Perluni


Bretski filmurin God’s Own Country varð sýndur í Perluni sum partur av Minnilutafilmsstevnuni fríggjakvøldið 31. august. Filmsfelagið, sum samstarvar við árligu filmstevuna, varð í hesum sambandi boðið at innleiða sýningina.

Her eru inngangsorðini:

Filmsfelagið takkar fyri at verða boðið við til Minnilutafilmstevnuna hjá Nadju, Faroe Islands Int'l Minority Film Festival, á øðrum ári. Vónandi heldur tað fram eins og festivalurin.

Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962, er elsta felag í býnum, ið hevur film sum mál og virkisøkið. Í Filmsfelagnum eru vit sannførd um, at filmur er besti miðil, munadyggasti miðil, skalt tú, umframt at dyrka eina listagrein í sjálvum sær, broyta fatan av einum kompleksum evni. Ikki uppá eingang, men yvir tíð.

Var Filmsfelagið ikki so politiskt korrekt, sum tað aloftast - men ikki altíð - er, so høvdu vit sagt, at dagsins filmur er um bónda-bøssar og ein heimlig, tað vil siga evropeisk, versjón av trífalda Oscarvinnaranum Brokeback Mountain úr USA.


Filmsfelagið hevur eisini samstarvað við indisku ambassaduna at vísa film úr heimsins stórsta filmslandi, India, og í fjør er Filmsfelagið fyri fyrstu ferð kontaktað av ísraelsku ambassaduni í Danmark, at vísa eitt úrval av nýggjum filmi, har úr landinum. The Cake Maker og tveir aðrir komu í fjør, og Oscarnomineraði Foxtrot er ein av teimum filmum, vit nú í felag royna at fáa til Føroya.

Lítli biografurin Atlantis í Klaksvík roynir eisini nýggjar leiðir at vísa fólki film og hevur í hesum sambandi kontaktað Filmsfelagið um samstarv at kuratera film eins og mentanarhúsini Løkshøll og Salt og onnur kring landið.

Tí eru vit í Filmsfelagnum serstakliga fegin um, at eisini nógv tann stórsti mentanarstovnurin í Føroyum, Norðurlandahúsið, sum í gjár hýsti byrjunarfilminum Disobedience, framyvir eisini ynskir eitt samstarv við Filmsfelagið. Tað er við spælifilminum Wonderful Copenhagen um tvær vikur, tá Filmsfelagið hevur kvinnur á filmi sum tema. Tað er vit takksom fyri, at Norðurlandahúsið nú eisini vil samstarva við Filmsfelagið og Havnar Bio.

Alt hetta eru organisatorisk uttanumsviðurskifti, sum benda á hvussu týdnignarmikið mentanarligt samastarv er, eisini í heimsins minsta høvuðsstaði. Serliga tá vit hava við hin munadyggasta miðilin at gera, film.

Taivanesiski Ang Lee gjørdi Brokeback Mountain í USA í 2005, og bretski Francis Lee úr Yorkshire gjørdi God’s Own Country lidnan í fjør. Umframt eftirnavnið, hava teir nú film í felag. Meðan Ang Lee er ein klassikari millum nýggjaru leikstjórarnar, serliga við Ice Storm, er hetta fyrsti filmur hjá Francis Lee. Takk fyri innbjóðing til samstarv, framhaldandi góðan filmfestival og njótið filmin!