5.9.18

Lissy eisini farin


Her er danska Lissy Bellaiche, sála, og franski maðurin hennara avmyndað á filmstevnu í Lubeck í 2013. Hóast eg havi møtt henni síðan, varnaðist eg ikki, at hon varð vorðin sjúk av demensi og doyði av krabba í mars í ár. Í kvøld fer dótturin, Michèle, at hava sending í TV2 um mammuna og heilasvinn. Sendingin kallast Når hjernen svigter. Lissy Bellaiche starvaðist á Danska Filmstovninum í áttatiárunum, tá Filmsfelagið var uppá tað besta. Saman við Monu Jensen, sum eisini er farin, var hon okkara besta samband og umboð úti í heimi, so vit altíð fingu fatur á nýggjastu og bestu filmum at vísa í Føroyum. Tá eg fyri fimm árum síðan tók myndina omanfyri starvaðist Lissy sum festivalkonsulentur hjá Trust Nordisk, sum er partur av Nordisk Film. Árið eftir var hon í Cannes sum søluumboð fyri kovboyfilmin hjá Kristian Levring The Salvation. Ærað verið minnið um Lissy, sum Filmsføroyar nutu so gott av í áttatiárunum. Takk fyri!