7.9.18

Pressan í pressuni


Pressan var fyrstu ferð í luftini í morgun. Heitið brúkti Jan Müller longu í Sosialinum fyri mongum árum síðan, kanska var tað í sjeytiárunum. Prentaðu greinarnar vóru so nýskapandi góðar, at eg goymdi tær fotokopieraðar í plastlummum í nógv ár. Besta yvirskriftin var frá Finnboga, sum segði at Útvarpið var tann parturin av føroysku pressuni, sum nærum var nóg góður. Síðan eru fjøruti ár liðin, alt er blivið betri á tekniska økinum, alt ber til, ja tú kanst stovna tín egna støjsendara og skriva bløð uttan rættlestur og redaktionella viðgerð um tú vilt, men hvussu er við skrivingini og formathugsanini? Tað er væl har, henda sendingin skal gera mær mun, sum Pauli plagdi at siga á Læraraskúlanum. Gjørdi hon tær mun, sendingin?

Meðan øll sum hava eina meining um miðlar, journalistikk og kringvarp, í dag svørja til podcast, so eri eg av tí gamla skúlanum, sum altíð hevur Útvarpið frá, tá sent verður. Spyr bara starvsfelagarnar. Men í arbeiðstíð er so nógv forstýrilsi, at ikki ber til hjá arbeiðandi fólki at lurta aktivt laiv ein fríggjamorgun klokkan tíggju. Tað má verða seinni. Soleiðis syndrast fedranna fjølmiðlaarvur og verður ein tødnaður einmanspodcastur. Fyrsta stavilsi í fjølmiðilinum er burtur og alt er flaknað til at verða miðlar í landslagnum. Ein til tín, um tær hóvar og kennir teg kallaðan. Sentralvarpið er horvið. Einki er fjøl longur. Eingin heldur ondini longur, tá sentralútvarpið heldur mikrofonini og onkur sigur okkurt týdningarmikið við øll. Alt er fragmenterað.

Fyrst er at siga, at eyðkennistónleikurin er nakað flatur í Pressuni, men kanska er tað rætti vegurin at fara, tí annars hevði hann tikið ov nógv av talutíðini. Hinvegin, so hava kringvarpsfólk í báðum miðlunum, hinum til eygað og hinum til oyra, til fragd at brúka konsumtónleik frá til dømis Apollo. Havi mistanka um, at soleiðis er eisini her. Haldi at kringvarpsfólk skuldu givist við apollomuzakki og heldur gjørt føroyskan tónleik við skræddarseymaðum biti í. Tað bar til tá eg sjálvur gjørdi Vetrarbreytina í vetrarskránni í hálvfemsunum í farnu øld. Pauli í Sandagerði gjørdi allar jinglur og byrjunar- og endasangir við støði í Sjúrðarkvæðunum. Snøgt og ódýrt. Púra unikt.

Og so er tað handan enska jinglan um asshole, sum øll hava. Tað skilti eg ikki. Var tað Clint Eastwood? Ljóðar sum dreingjafjákalótir í fyrsta flokki, tá ein finnur uppá at banna, og síðumaðurin í fyrsta flokki skal tora enn meir. Godnessgresjus, cut it out.

R7 var ikki við í innbodna prátinum. Men tað vilja tey ikki, tey í R7, og so fer bólturin runt í Kringvarpshúsinum, har vit millum annað skilja at R7 dámar ikki sendingina Pressan. Ein innikroystur pressuprumpur, sum vóru vit í Mentamálaráðnum við Ravni og hinum í Pipari & Salt í eini hart tiltrongdari kaffipausu. Og so er gudhjálpimær framhaldandi prát við pressufólk um teirra egnu innanhýsispressu í føroysku yvirpressuni, ið týðuliga er ovbyrjað av yvirbygnaði við stýri og formanni, sum í ytsta fílabeinstorni hevur so stóran talufeil, at hann fekst ikki at tala í almannamiðlinum. Møðsom nalvapilkan, sum vónandi ikki endurtekur seg.

So er klipp úr laiv sendingini aftur til 23. august við einum óforpliktandi práti um uppgávuna hjá spinndokatarnum í Landstýrinum tá krúnprinsurin úr einum útlandi vitjaði. Og so prát við journalistin Brynhild. Sindur for leyst og alt for óbindandi vinaprát, sum ikki flytur seg úr túnatosinum. Vil hava meira commitment. Kongshúsið, sum fyrsta helvtin gekk við, er ikki tað, sum er fremst í minum miðlahuga, taðveitgud. Hetta nýbrot í alment útbodnari sendingagerð má í størri mun sannføra meg um, at hon er neyðug, sendingin.

Aktualiteturin var nærri tí dagsaktuella, tá vit komu til Trump og dulnevndu tíðargreinina í New York Times í fyrradagin, sum er íkomin av tí, at hann tosar pressuna niður og annars er pura ótilrokniligur, Trump altso. Eittans dømi um dulnevnt lesarabræv kundi skrásetast hesum megin hav í Norðlýsinum, segði blaðstjórin har. So vita vit tað. Og at dulnevnt í USA er annað enn dulnevnt í Føroyum. Tað sigur blaðstjórin á Dimmu. Hetta er ein keðilig breiðfokka við teknokratiskum snikksnakki.

Dømið um at pressan letur seg brúka, tá Glasir varð tikið í brúk, var gott. Pressan skal nokk fara at tosa Glasir niður, sigur Øssur, sum nú er í essinum sum vertur. Gott. Fyrsta byrjan er ferðslan, sigur hann. Og tað verður verri enn, verður lovað, ikki sørt sjávspeiandi. Góður stílur, sum hoyrir til í hesari sending, so eg kenni hana aftur, burtufrá øllum hin púra líkagyldugu kjaksendingunum, har alt skal analyserast av onkrum tilvildarliga innkallaðum til klokkan er farin, og redaktiónin kann lukka og úrslitið er sum at kukka. Tú gjørt burtur av tær til liðugt er. Eg vil hava sendingar, sum geva mær meir enn tað. Fáa meg at flenna, øtast, skammast og alt, sum til er, ein vikuendandi-fríggjadag í føroyska mikrokosmos. Hesa løtu nam Øssur veruliga við henda sendingabrodd. Frálíkt.

Miðlastuðulin, sum er tvær milliónir føroyskar krónur til privatu miðlarnar, er næsta evnið. Verturin sat sjálvur í nevndini, sum lat stuðul, og sleppur tí endanum og tosar í staðin við Honnu Jensen og Jákup Vestergaard, sum er ein interessantur mótpolur til alt í miðlaverðini. So aftur her uppliva vit føroyska smásamfelagið, ið allaroftast er eitt sum-um-samfelag, tí alt vitborðið er uttanfyri okkum og í útlendskum miðlum, har vit heldur lesa enn í teim føroysku. Soleiðis skilti eg prátið. Í meðan hoyra vit politikarar, sum henda seinna, siga nógv snedugt í øllum heimabeitsmiðlum. Tað er avbjóðingin í heimliga dunnuhylinum hjá journalistunum. At lofta snedigum politikarum.

Men Dimma er sjokkerað at hoyra ultraborgarliga tingmannin siga sum hann ger. At tíðin er farin frá teimum, miðlunum, sigur hann. At breiðka og varðveita hevur altíð verið grundsjónarmiðið hjá Norðlýsinum, sigur blaðið sjálvt um sítt egna blað. Ja, gomorin. Endaleysar framhaldssøgur, sum helst verða skrivaðar, umsettar, prentaðar og bornar út eina ferð um vikuna í teirri vón at eingin lesur tær. Og so verða tær tvær milliónirnar snakkaðar niður av innbodnu journalistunum. Harragud, hetta eru eingir pengar. Men tað ger mun, tá vit fáa tveyhundraðtúsund, verður sagt.

Men nýskapandi skalt tú ikki vænta at tað verður.

Dimmustjórin vil taka pengar frá almenna Kringvarpinum at gera nakað privat nýskapandi, sigur hann. So vita vit tað. Gott at Heini var til staðar og kundi rætta kumpassina og føra okkum til ein veruligan veruleika, sum ikki er føroyskt journalistafeyk, tá umræður atkomuligheitina til miðlastuðilin og eina objektiva prentpressulýsing av redaktionellu førleikunum hjá Kringvarpinum.

Vestergaard fekk mest rætt. Miðlarnir hava útspælt sín siðbundna leiklut og mugu koma við onkrum nýggjum.

Nakað fløkt var at hoyra, hví politikarar ikki vilja verða við í sendingum, ella bara vilja tosa beinleiðis. Einki svar var uppá, hví so var. Annars haldi eg meg vita og hava hoyrt í mong harrans ár, at politikarar ikki vilja verða í bandaðari sending, tí teir vilja ikki verða kliptir. Teir vilja bara verða sendir beinleiðis. Óredigeraðir.

Og so vóru herrlig klipp úr kringvarpinum frá krúnprinsavitjanini. Meira klipp av idiotii úr veruligum kringvarpssendingum. Tað ynski eg mær. Sum í Mikael Bertelsens Uaktuelle Verdenshyheder. Tað er besti spegilin. Vrøvlsamfelagið er ikki langt burturi í dagsins føroysku miðlaverð. Hatta mugu tit gera betri, føroysku miðlarnir, sum eru á feltinum.

Fyri at fara aftur til inngangsspurningin og svara honum: Eg haldi at teknisku framstigini spegla sær í innihaldsligu afturstigunum. Ein varislig ábending um tað øvuta kann í løtum hómast í vikusendingini Pressan. Tann ábendingin kundi verið skilligari, vissi færri journalistiskir teknokratar koma í sendistovuna at verja egnar teknikalitetir, sum vanligi miðlabrúkarin hevur ilt við at skilja tíansheldur taka í álvara. Tí journalistiskir teknokratar hava einki útfarandi uppá hjarta, tí teirra tos er vent inneftir og kemur ikki út um pallkantin. Tosið minni og geri meir, kundi mann sagt við heimligu miðlarnar. Nógv meir. Tað eru míni boð til privatmiðlarnar. Kringvarpið roynir um ikki annað. Royndin eitir Pressan og hon er heilt okay. Til lukku við sendingin!